Fríggjakvøldið var høllin í Ósáskúlanum fullsett av klaksvíkingum og eysturoyingum, sum vóru vitni til eina forkunnuga, fantastiska og undirhaldandi framførslu av opera- og kórsangi.
“Hetta var sum í London”, lat í einum av áhoyrarunum, tá ið seinasta eyka framførslan var liðug, og mannamúgvan reistist eftir eina konsert, sum uttan iva er ein tann mest hugtakandi, sum nakrantíð er framførd í Klaksvík.
Konsertin, sum vit her umrøða, gekk fyri seg í høllini í Skúlanum við Ósánna fríggjakvøldið tann 28. mars 2008 frá kl. 20:05 til 10:05, við einum lítlum kaffisteðgi í miðjuni, og fyri at siga sum er, so kendist løtan ikki sum 2 tímar, tí undirhaldið var framúrskarandi.
Á skránni hetta kvøldið var opera- og kórsangur á einum sera høgum musikalskum støði, sum føroyingar ikki ofta fáa høvi at uppliva og hoyra her á landi. Samstundis var konsertin sett saman og framførd í einum sera lættum og glaðum hami, har mangt var so skemtiligt, at áhoyrararnir fleiri ferðir brustu út í látur.
Nú á døgum verður so nógv tosað um, at fólk skulu hava eina ‘totaluppliving’, eina heildaruppliving, og tað er ikki ov nógv sagt, at hendan konsertin við danska/føroyska bólkinum “Det Syngende Selskab” og føroyska kvinnukórinum “Suð” var ein super totaluppliving av sangi, sjónleiki, skemti, romantikki og sjarmu.
Fyrst og fremst var konsertin hugtakandi, reint musikalst, tí teir tríggir sangararnir í Det Syngende Selskab, sungu veruliga fantastiskt. Fyri tann vanligi klaksvíkingin og eysturoyingin, ið ikki er so vanur við sangframførslur á hesum sera høga støði, var tað bart út sagt heilt ótrúliga flott og bergtakandi. Tú sat sum negldur, og tað var eitt smíl á hvørjum einasta andliti í høllini – tú kundi ikki annað.
– – –
Kvinnukórið Suð er við til at skapa eitt umhvørvi, har føroyskar sangrøddir kunnu mennast, og er við til at skapa áhuga millum fólk í sangi og tónleiki av hesum slagnum. Til dømis hevði høllin í Ósáskúlanum hetta fríggjakvøldið ikki verið fullsett, um Suð ikki var til.
Aftur við klavertónunum hjá Magna Husgaard hevði Suð sínar egnu, væl klingandi, framførslur, sum brutu frá restini av konsertini, og eisini vóru tær bakgrund hjá operasangarunum í onkrum av teirra framførslum.
Sjálvandi er munur á teimum, sum liva av at syngja, og áhugasangarum, men konsertin hevði ikki verið so komplett uttan kvinnukórið, sum gjørdi pallin meira livandi enn, um Det Syngende Selskab hevði verið einsamalt um konsertina.
– – –
Gjøgnumgangandi evni í sangunum var kærleiki, har tú eina løtu vart førdur inn í onkra miseydnaða kærleikssøgu í álvarsomum og hjartaskerandi brotum úr kendum tónleikastykkjum, og næstu løtuna skifti dámurin heilt yvir í tað lætta og skemitiliga, har jalousi og kapping um hin einasta eina varð framført so sannførandi, at tú mátti flenna.
Á heimasíðuni hjá Det Syngende Selskab (www.detsyngendeselskab.dk) siga tey, at teirra framførslur eru “fornem operaunderholdning med topprofessionelle operasangere
i humoristisk musikalsk show”, og eftir hesa konsertina kann ein ikki annað enn geva teimum púra rætt í hesum.
Sangararnir í hesum bólkinum eru donsku kvinnurnar Merete Sveistrup, sopran, og Pia Schnack, mezzosopran, og síðan er tað føroyingurin Ernst Sondum Dalsgarð, sum er tenorsangari.
Tey trý eru framúr góðir operasangarar við sangstyrki, sum lættliga fyllir konsertrúmið og við sterkari og góðari útstráling, sum fær áhoyraran at slappa av og njóta løtuna. Fjórði limurin í “Det Syngende Selskab” er klaverleikarin Vagn Sørensen.
Øll eru útbúgvin og hava drúgvar royndir innan sítt yrki sum fulltíðar sangarar/tónleikarar.
Serliga stuttligt var at uppliva føroyska partin av “selskapinum”, hendan fyrrverandi fótbóltsspælaran og tvørfloytuleikaran, sum í dag er ein fullborin operasangari við ómetaliga sterkari rødd og sera góðari sjarmu, sum hugtók og fangaði áhoyraran.
Eins og hinir báðir sangararnir er Ernst ein karismatiskur og spennandi persónur á pallinum, sum torir at folda seg út, enntá so nógv, at hann bjóðaði einari damu, ið sat millum áhoyrarnar, upp til ein “sving-om”, ið tey kláraðu til UG, bæði tvey.
– – –
Samanumtikið var hetta ein ógvuliga forkunnug og heilt framúr konsertuppliving hetta fríggjakvøldið síðst í mars mánað, har X-factor og aðrar sjónvarpssendingar ikki forðaðu Suð og Det Syngende Selskab at fylla høllina í Ósáskúlanum við norðoyingum og eysturoyingum, sum fingu fullan valuta og reiðiliga tað fyri atgongumerkið.
Tøkk til Suð, Steinvør, Ernst og øll hini.




