Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismálanevndin skal viðgerða tríggjar landsstýrismenn

John William Joensen

– Vit fara nú at viðgerða kanningina hjá løgmanni av Tórbjørn Jacobsen og eisini eru onnur mál sum bíðjað, sigur Heidi Petersen

Forkvinnan í landsstýsirmálanevndini sigur at Nevndin fer í næstum at viðgera kanningina hjá Løgmanni av landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum.

– Vit hava bíða eftir at løgmaður var liðugur við sínar kanningar og síðani tær vóru lidnar hava vit ikki verið saman.

– Eisini hava vit biði um innlit í málið um fiskiloyvini hjá Nærabergi, sum vóru útskrivaði beint áðrenn Bjørn Kalsø fór frá sum landsstýrismaður.

– Harafturat eru tvey mál viðvíkjandi Hans Paula Strøm sum vit ikki gera nakað við í løtuni tí løgtingsins umboðsmaður arbeiðir við teimum.