Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg haldi ikki at vit hava nakað at umbera

John William Joensen

sigur blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, sum vísir á at tíðindafólk hjá Dimmu jú bert skrivað tað, sum verður sagt á landsfundinum hjá Tjóðveldinum.

Í blaðgreinini í Dimmalætting verður landsstýriskvinnan í Mentannarmálum sitera fyri í talu á landsfundi Tjóðveldisins at endurgeva tað sum seks ára gamal sonurin hjá formanninum í Sambandsflokkinum skal hava sagt, at í Føroyum bestemma danir.

Blaðstjórin á Dimmalætting Árni Gregersen sigur at blaðfólk á Dimmalætting bert endurgeva tað, sum sagt varð á fundinum og tí er tað skeivt at koma eftir teimum.

– Annars haldi eg at talan er um eina lítla fitta søgu, sum tolir at verða endurgivin.