Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Inntøkurnar hjá landskassanum eru minkandi

John William Joensen

Landsbankin hevur sett inntøkuvøksturin hjá landinum fyri 2008 at verða 4,7% men tølini fyri januar, februar og mars geva ábendingar um at vit fyri fyrstuferð síðan 2003 fara at síggja eina minking í intøkunum hjá landskassanum

Í løtuni arbeiðir politiska skipanin við at gerða eina fíggjarlóg fyri 2008, men hetta arbeiði hevur drigið út og nýggjastu tølini frá Fíggjarmálaráðnum benda á at samgongan óivað má seta forvantningarnar til inntøkur munandi lægri enn tær eru settar í løtuni.

Fíggjarmálaráðharrin hevur meldað út at yvirskot skal verða á fíggjarlógini, men hetta verður eingin løtt uppgáva tá ábendingar eru um, at vit kanska fyri fystu ferð síðan 2003 møguliga fara at síggja eina minking í inntøkunum hjá Landskassanum.

Landsbankin metti við ársbyrja at vøksturin í inntøkunum hjá landskassanum, sum í 2007 var umleið 10% fer at minka í 2008 til 4,7%.

Men tølini fyri januar, februar og mars mánaða 2008 vísa eina minking í inntøkum landskassans.

Skattainntøkur landskassans
Januar 2007    112 mió. kr.
Januar 2008    104 mió, kr.

Februar 2007   115 mió. kr.
Februar 2008   122 mió. kr.

Mars 2007      128 mió kr.
Mars 2008      114 mió kr.

Jólasølan setti met
Inntøkurnar hjá Landskassanum setu met í februar mánaða í ár og sambart fíggjarmálaráðnum er tað fyrst og fremst inntøkan av MVG sum her ger seg galdandi.
– Eingini ivi er um at jólasølan hjá handlum var metstór í fjør og tað sæst aftur í tølunum fyri febrarmánaða í ár.

Inntøkurnar hjá Kommunum minkandi
Sambart fíggjarmálaráðnum eru inntøkurnar hjá Kommunum higartil í ár minkaðar í mun til 2007.
Somu tíð í fjørð vóru inntøkurnar hjá kommununum 112 mió. kr. men í ár vísa tølin 110 mió. kr.

Samlaða A- inntøkan fyri marsmánaða er minka úr 671 mió. kr. fyri 2007 til 649 mió. kr. í 2008.

Støðan í Fíggingarstovnunum ávirkar búskapin
– Tað er alt sum tíðir uppá at stóri vøksturin í aktiviteti í samfelagnum sum vit hava verið vitnið til seinastu árini verður ikki tann sami í ár.

– Bankarnir hava nú sera stramman likviditet og tí fara teir ikki at lána so nógv út sum teir hava gjørt áður.

– Vøksturin í inntøkunum hjá landskassanum sum var umleið 10% kom beinleiðis av teirri ørðsøk at bankarnir broyttu útlánspolitikk og kappaðust um viðskiftafólkini.

– Í fíggjarlógaruppskotinum verður mett at inntøkurnar fara at vaksa 5% og tað passar sera væl til tað, sum Landsbankin hevur sagt og tær metingarnar halda vit framhaldandi fast við.

– Men vit mugu samstundis ásannað at inntøkurnar higartil í ár geva ábendingar um at vøksturin møguliga verður minni.