Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Shell skipar fyri Heilsurenning

Oliver Joensen

Heilsurenningin hjá Shell, sum vegna vánaligt ikki bleiv av nøkrum í síðstu viku, verður nú leygardagin kl. 16.00.

 
Tiltakið er ætla øllum fólkum, eisini teimum sum bara hava hug at ganga teinin. Sum sagt, so er tað Shell sum skipar fyri hesum tiltaki, men tað er í samstarvi við Treystinum, Bragdinum og Roysninum sum skipa fyri hesum tiltaki.

Hesaferð verður runnið á Shellstøðini í Klaksvík, Gøtudali og Ringvegnum í Havn

Runnir verða tveir teinar, ein uppá 3 km og ein uppá 5 km. Gentur og dreingir kunnu bert renna tann styttra teinin, meðan tey vaksnu kunnu velja styttra ella longra teinin. Tað verður deilt upp í bólkar – eftir kyni og aldri.

Gentur/Dreingir f. 2002 ella seinni
Gentur/Dreingir f. 1999-2001
Gentur/Dreingir f. 1996-1998
Kvinnur/Menn f. 1963-1995
Kvinnur/Menn vet. f. 1962 ella fyrr

Øll sum luttaka fáa frukt og vatn á málinum, og heiðursmerkir verða latin til 3 tey bestu í hvørjum bólki.

Tilmelding kann gerast á málinum, ein tíma undan sjálvari renningini.