Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari Klaksvíkar Ítróttarfelags: KÍ kann gerast landsins besta felag við egnum spælarum

(Hannefía Joensen)

– Eg rokni ikki við, at nakað annað felag í landinum hevur so nógvar góðar spælarar í aldrinum frá 15 til 20 ár, og vit mugu syrgja fyri, at hesir spælarar fáa so góðar umstøður sum gjørligt at mennast.

Fáa vit teir mongu ungu spælararnar ígjøgnum til Formulaliðið, so kann KÍ gerast landsins besta felag við egnum spælarum um eini fýra ella fimm ár.

Eftir at kavin hevur argað nakrar ferðir, man tað nú fara at røkjast fyri, at fótbóltsárið 2008 av álvara fer í gongd.
Í hesum sambandi hava vit hitt mannin við evstu fótbóltsligu ábyrgdini av ítróttarflaggskipinum í Norðoyggjum, høvuðsvenjaran hjá KÍ, Eyðun Klakstein, fyri at seta honum nakrar spurningar um útlitini fyri árið v.m.

KÍ skal verða í ovaru hálvu
*Hvat nr. væntar tú, at KÍ endar í formula í ár?
-Málið hjá okkum er at gera tað betur í ár, enn vit gjørdu tað í fjør.
-KÍ skal verða við í ovaru hálvu í Formuladeildini, og tað hava vit sett okkum sum mál.
*Hvørjir leikarar roknar tú við fara at sláa til í ár?
-KÍ hevur nógvar góðar, ungar spælarar, men tað er vónleyst at siga frammanundan, hvør fer at sláa til í ár.
-Summir gera tað fyrri enn aðrir, og tað eru fleiri, sum liggja á markinum til at fáa gjøgnumbrot.
-Eg vóni, at onkrir teirra veruliga hava gjørt vart við seg, tá ið kappingarárið er av.

Jákup hevur stóran týdning
*Hvønn týdning hevur Jákup fyri hópin?
-Jákup hevur stóran týdning fyri hópin. Fyrst og fremst er hann ein framúr góður málmaður, men hann er eisini ein góð fyrimynd hjá teimum yngru spælarunum.
-Jákup er seriøsur og miðvísur, hann fyrireikar seg væl til venjing og dystir, og hann roynir altíð at gera sítt besta.
-Hansara drúgvu royndir sum yrkisspælari í útlandinum koma eisini væl við í hópinum, og bæði spælarar og venjarar eru fegnir um at hava fingið hann aftur í felagið.
*Aðrir veteranar, so sum Harley og Jan Andreasen, hava teir týdning fyri Formulaliðið í 2008?
-Eitt gott fótbóltslið hevur brúk fyri royndum spælarum, og í ár teljast Jan og Harley millum teirra, sum hava flest royndir, og tí hava teir stóran týdning fyri hópin.
-Teir skulu saman við øðrum av teimum royndu spælarunum syrgja fyri stabiliteti á liðnum, men fyri teir, sum aðrar, er tað galdandi, at teir skulu avrika nakað fyri at verða á liðnum.

B36 og KÍ kunnu blanda seg í oddin

*Kann KÍ taka tey sterku liðini á bóli í ár?
-Tá ið liðið hevur ein góðan dag, og spælararnir arbeiða gróthart, kunnu vit vinna á øllum liðum í landinum.
-Hinvegin vita vit eisini, at kappingin er so jøvn, at tá ið spælararnir ikki avrika tað, sum teir skulu og kunna, so kunnu vit eisini tapa ímóti øllum liðum.
-Tí hevur tað avgerandi týdning fyri okkum, at spælararnir taka hvørja einastu uppgávu í fullum álvara og stríðast fyri sakini – líkamikið um tað er ein útidystur ímóti HB ella B68 ella ein heimadystur ímóti B36 ella Skála.
*Hvat/hvørji lið liggja til topp-plaseringarnar?
-EB/Streymur, HB og NSÍ hava góð lið, og tey verða uttan iva at finna millum tey fremstu, men eg haldi ikki, at B36 og KÍ hava so langan veg fram til stríðið um heiðursmerki.

Milic Curcic er sannur fongur
*Er tað torført at fáa sterkar útlendingar?
-Føroysk feløg hava ikki somu møguleikar sum tey ríku feløgini kring Europa at kanna spælarar í langa tíð, áðrenn teir verða keyptir.
-Eg vil siga, at føroysku feløgini næstan hvørjaferð taka ein kjans, tá ið tey fáa ein nýggjan útlendskan spælara til felagið. Sjálvandi royna feløgini at gera eitt gott forarbeiði, men tað er altíð ein ávís risiko við tí.
-Hinvegin eru eisini útlendskir spælarar í Føroyum, sum vit kenna væl, og vit hava til dømis fingið Milic Curcic til felagið, og hann eru vit sera fegnir um at hava fingið. Hann verður ein sannur fongur fyri liðið.
-Vit hava eisini fingið tveir brasilskar spælarar, sum skulu venja seg við nýggjar umstøður, men vit vóna, teir eisini kunnu hjálpa okkum í hesum kappingarárinum.

19 av 24 eru lokalir
*Er tað ikki betri at fáa t.d. EIN ella TVEIR ordiliga góðar útlendingar, og so lata heimligar leikarar fáa øll hini plássini? – er tað ikki betri fyri felagið í longdini, tí harvið mennast okkara egnu skjótari?
-KÍ satsar fyrst og fremst upp á egnar spælarar. Av 24 monnum í stóra hópinum eru 19 lokalir spælarar, og tað er ein tilvitað avgerð, sum er tikin í felagnum.
-Hinvegin er eisini neyðugt við onkrum spælarum uttanífrá, sum kunnu styrkja liðið, og tað royna vit við trimum útlendskum spælarum umframt einum spælara úr Havn.
-Um tað verður arbeitt rætt næstu árini, so hevur KÍ eina spennandi framtíð fyri framman.
-Eg rokni ikki við, at nakað annað felag í landinum hevur so nógvar góðar spælarar í aldrinum frá 15 til 20 ár, og vit mugu syrgja fyri, at hesir spælarar fáa so góðar umstøður sum gjørligt at mennast.
-Fáa vit teir mongu ungu spælararnar ígjøgnum til Formulaliðið, so kann KÍ gerast landsins besta felag við egnum spælarum um eini fýra ella fimm ár og í fleiri ár frameftir.

Verjuspælið má betrast
*Hvør er størsti trupulleikin hjá KÍ í ár?
-Tað eru nógvar avbjóðingar á einum og hvørjum fótbóltsliði, og soleiðis er eisini við KÍ.
-Fyrsta avbjóðingin er at fáa spælararnar í góðan fótbóltsform, og tað haldi eg hevur eydnast heilt væl.
-Síðani snýr tað seg um at fáa liðið spælt saman og fáa tað at virka sum eina sterka eind, har spælararnir kenna sínar uppgávur á liðnum.
-Tað snýr seg millum annað um organisatión, disiplin, fyrireiking, teknikk, taktikk, mentalitet og sosial viðurskifti.
-Eg kann ikki taka nakran einstakan lut burturúr og gera hann til ein ”trupulleika”. Vit hava nógv, sum vit hava roynt at betra, og vit hava framhaldandi ymiskt, sum vit skulu gerast betur til.
-Skal eg nevna okkurt, so kann eg nevna verjuspælið hjá okkum. KÍ læt í fjør 47 mál fara inn, og tað er ov nógv, um liðið skal vinna fram millum tey fremstu.
-Vit hava framvegis ikki klárað at hildið nullið í nøkrum dysti í ár, og tí er verjuspælið nakað, sum vit skulu gerast betur til. Og tá ið eg sigi verjuspælið, so snýr tað seg ikki bet um verjuna, men um alt liðið. Vit skulu gerast betur til at verja sum lið.

Nøvn á leikarum vinna ikki dystir
*KÍ hevur í løtuni ein fastan landsliðsleikara (Jákup Mikkelsen), og so er ein afturat nú komin við í bruttohópin (Kristoffur Jakobsen) – er tað sigandi um styrkina hjá liðnum? – ella er tað kanska ein spurningur um tíð, áðrenn onkrir afturat frá KÍ fara at banka á landsliðsdyrnar?
– Tá ið vit síggja burtur frá stuðulsspælarunum á landsliðnum, so snýr landsliðsúttøkan seg nógv um dagsformin, og her kann nógv broytast gjøgnum eitt kappingarár.
– KÍ hevði tveir spælarar á landsliðnum seinast, men gongur tað væl hjá onkrum spælara ígjøgnum eina tíð, so kann hann verða tikin út til landsliðið.
– Tað ber tíbetur ikki til at rokna styrkina hjá feløgunum út frá, hvussu nógvar landsliðsspælarar liðið hevur. HB-liðið í fjør var eitt satt stjørnulið, men teir endaðu bara sum nummar 4. Fótbóltur snýr seg um nógv meira enn nøvnini á pappírinum og talið á landsliðsspælarum.
*Men, hvat er so eitt úrslit í 2008, sum Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, er nøgdur við?
– KÍ skal verða við í ovaru hálvu av Formuladeildini, og longur fram við náa, betur verður lagið á venjarum, spælarum, leiðarum og áskoðarum.

Trívist væl í starvinum
*Er tað harðari og strævnari, enn tú hevði væntað áðrenn, at vera høvuðsvenjari hjá KÍ?
– Tað er ein stór uppgáva at verða høvuðsvenjari hjá KÍ, men eg havi trivist væl í starvinum.
– Eg segði nei bæði einaferð og tvær ferðir til at gerast venjari, tá ið undanfarni venjari fór.
– Eg helt, at mín fyrsta uppgáva sum høvuðsvenjari í Formuladeildini skuldi ikki verða í Klaksvík longu nú, men eingin annar hevði hug at taka við, og tí endaði bólturin aftur hjá mær.
– KÍ var í eini sera truplari støðu. Liðið lá í botninum, og sjálvsálitið hjá spælarunum var lítið. Tí var tað ein sera stór uppgáva at taka á seg – ikki minst hjá einum venjara, sum ongantíð áður hevði roynt at verið høvuðsvenjari í bestu deildini.
– Men tað spældi heilt væl av. Vit vunnu okkum væl og virðiliga burtur úr botninum, og høvdu vit havt sama formin fyri summarsteðgin, sum vit høvdu eftir summarsteðgin, so høvdu vit kunnað blandað okkum millum fýra tey fremstu liðini í deildini.
-Tað, sum kanska er komið mest óvart á meg, er, at trýstið sum Formulavenjari er lætt at venja seg við. Tað hevur gingið væl at halda høvdið kalt, og eg royni alla tíðina at gera mítt allarbesta sum venjari – meira fái eg ikki gjørt.

Samstarvið við Trygva er gott

-Tað hevur eisini verið ein stór hjálp fyri meg at hava ein so royndan venjara afturat mær sum Trygva Mortensen.
-Vit hava arbeitt serstakliga væl saman, og tað er eingin loyna, at avgerðin um at halda fram sum venjari hjá KÍ eftir farna kappingarár, var lættari at taka, tá ið hann vildi halda fram sum hjálparvenjari.
-Áhugin fyri fótbólti í Norðoyggjum er sera stórur, og fólk hava nógvar meiningar um liðið.
-Tað er vónleyst hjá venjarunum at kjakast á tí støðinum, sum áskoðarar kjakast, tí venjararnir hava ein álitisforhold til sínar spælarar, og tað ber ikki til at bløbba út við øllum, tá ið fólk krevja frágreiðingar ella finnast at avgerðum hjá venjarunum.
-Eg og Trygvi mugu bara syrgja fyri at hugsa okkum væl um, tosa tingini væl ígjøgnum og taka avgerðir út frá okkara bestu sannføring.