Á stórari hondbóltsgallaveitslu í kvøld eru Simona Petersen, Lise Hjort Hansen, Durita Christoffersen og Hendrik Gerster heiðraði
Árliga hondbóltsgallaveitslan verður hildin í høllini á Hálsi í kvøld. Sum siður er, verða ársins leikarar, venjarar og ársins lið kosin. Hjá kvinnunum eru greipuvinnararnir úr Stjørnuni væl umboðaðir, av sjey møguligum heiðrum fullu fimm til Stjørnuna. Simona Petersen bleiv ársins toppskjútti, og bleiv hon eisini kosin ársins áleypari, Lise Hjort Hansen hevur fingið heiðurin sum ársins málverji, Durita Christoffersen er heiðrað sum ársins verjuleikarari og sum ársins venjari hjá kvinnunum er kosin Henrik Gerster.
Ársins leikari er Daiva Toumaite, VB og ársins stjørnuskot bleiv kosin Tordis Tróndarsson úr Kyndli.
Ársins lið bleiv soleiðis mannað: Anna Kristina Samson, Simona Petersen, Durita Christoffersen, Una Olsen og Joan M. Djordevic allar úr Stjørnuni, Elin Staksund og Fríða Petersen úr Neistanum.
Norðlýsið ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðrunum




