Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mastrahvalur á Klaksvík

John William Joensen

Umleið átta tíðina í morgun sóu fólk ein strandaðan mastrahval (bóghvítuhvalur) við Bedingina

Nógv fólk hevur allan morgun vitjað hvalin, sum  hevur ligið nakrar tímar á lítlubeding og sá út til at hava tað gott.

Sýslumaðurin sendi boð eftir djóralæknanum – men onkur vildi hava sýslumannin at geva loyvi til at drepa – so hann kundi vera í pottinum til døgurða.

Men hvalurin er friðaður og eftir at djóralæknin hevði kannað hvalin var hann fingin út á sjógv.

Í løtuni eru bátar í ferð við at reka hann út av Vánni – men hann kavar í heilum og fer longur inn á Vánna.

Trýst her og sí fartelefonmyndir á blogg síðuni hjá Norðlýsinum