Í dag fyllur hennara hátign, Drotning Margretha, 68 ár og veðrið kundi neyvan verið betur
Á middegi verður føðingardagsbarnið at síggja á balkongini á Amalienborg har stór mannamúgva heilsar henni.
Kongaliga lívgardan fer sjálvandi at seta dám á hátíðarløtuna.
Vit ynskja, saman við føroyska veðrinum, drotningini hjartaliga tillukku við degnum!
– eitt sindur kongaligur hevur ein væl loyvið til at verða.




