René Skovdahl, fysiskur venjari hjá Brøndby, hevur í kvøld skeið fyri venjarum hjá KÍ. Eisini verður venjing á vøllinum
38 ára gamli René Skovdahl hevur í fleiri ár verið fysiskur venjari í danska felagnum Brøndby. Hann hevur drúgva bakgrund sum venjari og hevur eisini akademiska útbúgving frá lærdum háskúlum í Danmark og USA.
René Skodahl er knýttur at 1. liðshópinum hjá Brøndby, og hann skal tryggja, at spælararnir í felagnum eru í kropsligum toppformi.
Í kvøld fer René Skovdahl at hava skeið fyri venjarum hjá KÍ. Kl. 19.00 hevur hann venjing á vøllinum, har venjarar hjá KÍ kunnu fylgja við. René Skovdahl fer serliga at leggja dent á koordinatión og kvikleika í fótbólti.
Tað er ungdómsvenjarin hjá KÍ, Pætur Clementsen, sum hevur fingið vitjanina í lag.




