Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er føroyskur fótbóltur blivin: 1 spæl við 22 leikarum har HB at enda vinnur!?

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin kemur HB á vitjan hjá KÍ, og Havnarliðið er stórfavorittur at vinna hendan dystin, sum fyrr í tíðini var sannur stórklassikari millum høvuðsstaðin og fiskivinnuhøvuðsstaðin – tann tíðin er farin í søguna.

Í heimshøpi verður sagt – sjálvandi eitt sindur í skemti – at fótbóltur er eitt spæl, har 11 mans eru á hvørjum liði, sum altíð endar við, at týskarar vinna!

Um vit flyta hesa myndina inn í føroyskan fótbólt, so man HB vera tað fótbóltsfelagið, sum kann setast ístaðin fyri Týskland.

Gamaní eru skemtiligir undirtónar í hesari generaliseringini, men aftan fyri skemtið finst ein veruleiki, sum er ringur at koma uttan um, og tað er, at HB tey seinnu nógvu árini – og eisini samanlagt – hevur vunnið teir flestu sigrarnar, ta veri seg í lands- og steypakapping.

Hetta er ikki góður tónleikur fyri onnur feløg, so sum KÍ, sum fyrr kundu metast millum fremstu og sterkastu feløg í landinum.

Í long tíðarskeið var KÍ avgjørt sterkasta felag í landinum, sum ta tíðina setti fleiri met, sum framvegis ikki eru tikin av nøkrum øðrum felag.

Tíverri er hetta ikki longur galdandi fyri menninar í blá-hvíta búnanum.

Øðrvísi er við kvinnunum hjá KÍ, sum hesi seinastu nógvu árini hava víst, at tað sanniliga ber til at byggja upp ein vinnaramentalitet í Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Við støði í glæsiligu úrslitunum hjá blá-hvítu kvinnunum kann í øllum førum staðfestast, at tað kann lata seg gera hjá KÍ at vera eitt vinnandi – enntá eitt suverent vinnandi – felag í sterkastu fótbóltsdeildini.

Gaman í eru umstøðurnar ymiskar hjá kynunum báðum, men ein vinnari er ein vinnari, sama hvar og hvør tað er, tí allar rættiliga kappingar eru onkursvegna undir javnbjóðis fortreytum, og tí átt menninir kanska skeitt nakað meira eftir arbeiðshátti og hugburði í besta kvinnuliðnum í felagnum og har funnið onkran íblástur til eina vinnandi uppskrift.

Eingin ivi er um, at tað tekur tíð at byggja upp eitt vinnandi lið, og tí er tað neyvan realistiskt at vænta eina kollvelting upp á stutta tíð – øll menning krevur sína tíð.

Hinvegin eigur eitt felag sum KÍ – sama hvussu illa tað kann síggja út – ongantíð at lata sær lynda, at nakar dystur ikki kann vinnast í føroysku kappingini.

Sunnudagin kemur HB á vitjan við Djúpumýru, og tey munnu vera fá innan fyri Klakk, sum rokna við sigri til KÍ í hesum dystinum, tíverri.

Orsøkin til tað er snøgt sagt tann, at meðan gongdin hjá KÍ tey seinnu árini hevur verið niður á bakka, hevur HB trinið tindarnar, og harafturat hevur HB higartil í ár vunnið allar sínar dystir, bæði í steypakappingini og í Formuladeildini, samstundis sum KÍ hevur tapt sínar dystir.

Hinvegin byggir ein ikki nakra framtíð við at gráta um spiltar møguleikar í fortíðini.

Sunnudagin klokkan trý verða tað 11 ímóti 11 á vøllinum, og hóast vitjandi liðið samanlagt hevur klárað seg betur enn heimaliðið tey seinnu nógvu árini, so eru dystirnir millum KÍ og HB aloftast ein spennandi og ofta jøvn uppgerð, har hjartað og stríðsvilji mangan mynda nærdystirnar, tí enn er tað hóast alt soleiðis, at KÍ-arar seta eina serliga æru í at vinna á HB – og øvugt.

Við hesum hugleiðingum verður bólturin spældur til teir ellivu á hvørjum liði, sum sunnudagin fara at byrja dystin.

KOYRIÐ Á, DREINGIR!!!