Lærir neyðin nakna kvinnu at spinnað? – ivaleyst ger hon tað!
• Eitt gjaldoyra sum í virði er minka við 25-26% seinasta árið
• Eitt fíggjarkervið sum sær út til at verða bygt á sand heldur enn hellu
• Altjóða kredit metingar har pílurin vendur skeivan vegin
• 440 milliardir í uttanlandaskuld – um Kringvarpið endurgevur rætt ?
• Ein útlánsrenta uppá 17% p.a.
Alt hetta er við til at vanligi íslendingurin fær tað truplari og truplari at fáa endarnar at røkka saman og dagligdagurin verður strævin og eru m.a. omanfyri nevndu ivaleyst orsøkin til at íslendska fólki – 70% javnt býtt millum kvinnur og menn ,vilja hava ríkisstjórnina at fyrireika umsókn um ES limaskap.
Ìsland vil bestu og tryggastu framtíðarloysnina fyri teir
Eg skilji væl at íslendska fólki vil hava hesa fyri tey tryggu loysn.
Tað man verða rímiliga vónleyst at livað undir slíkum umstøðum og óvissu sum teir gera í løtuni, har teirra virðir alsamt minka og teirra uppsparing seinasta árið er svunnin við fjórðinginum um hon er í íslendksum krónum.
Evran man verða teirra størsta ynski sum gjaldoyra, tey vilja hava eitt stabilt gjaldoyra, sum ikki “yvirraskar”.
Við einari ES implementeraðari lóggávu er limaskapurin eisini meira nærliggjandi, tí so fær tú eisini allar fyrimunirnir sum eru í ES kervinum.
Eg ivist heldur onga løtu í at Ísland við síni stóru vitan innan fiskivinnuøkið kemur at ávirka ES fiskivinnupolitikkin rættað vegin og kemur sjálvt at fáa eina skilagóða tillagingartíð fyri vinnuna.
Skulu vit í knæ enn einaferð fyri at vaknað?
Nær ætla vit í Føroyum at vaknað og fara at samráðast við Danmark og ES um okkara treytir fyri ES Limaskapið ?
Skulu vit enn einaferð á knøini, áðrenn vit byrja at síggja tað neyðuga í hesum ?
Skal vinnan og samfelagið sum heild á knøini áðrenn vit vilja reagara og takað neyðug stig til framtíðar loysnir fyri samfelag okkara, har ES er tann mest umráðandi ?
Framtíðin hjá Føroyum, menningin av ørðum vinnum og áhaldandi vøkstur í búskapi okkara er avhengigur av ES limaskapinum .
Tí eiga eisini vit at byrja prosessina móti ES limaskapið.
Johan Dahl
løgtingsmaður




