Eyðkendi málningurin hjá Edwardi Fuglø, sum seinasta árið hevur hingið í Miðlan, skal sýnast fram í Leopold listasavninum í Wien.
Leopold listasavnið er sera stórt og inniheldur eina ta størstu samlingina av nútíðar eysturríkskari list.
Summarmánaðirnar í ár verður listasavnið karmur um eina føroyska listaframsýning, og Edward Fuglø hevur tveir málningar við.
Tann eini er eyðkendi málningurin – kulturpávarnir – sum Edward fer at sýna fram á Leopold listasavninum. Málningurin hongur til dagligt í Miðlan.
Flytifólk eru komin úr Eysturríki við tempereraðum bili at flyta málningin til Wien og seinni í summar ella tíðliga í heyst heimaftur til Klaksvíkar.




