Í samband við forkunnuga útlendska vitjan á Fiskirannsóknarstovuni, verður almennur fundur (á enskum) í høllini á Vinnuháskúlanum týsdagin 22. apríl kl 17:00
Mike Breen PhD leggur fyri við eini framløgu um hvussu fiskur er fyri, tá hann er komin ígjøgnum meskar í einum troli og hvussu hetta ávirkar umsiting av fiskastovnum.
Hendan framløgan fekk heiðursløn fyri sína dygd á stórari altjóða granskarastevnu í USA fyri góðum ári síðan.
Mike er leiðari á ‘kavara’-bólkinum á fiskirannsóknarstovuni í Aberdeen og hevur gjørt nógv við at kanna atburð hjá fiski, sum kemur í samband við fiskireiðskap. Hann hevur eisini arbeitt fyri ICES í hesum sambandi.
LES MEIRA Á:
www.frs.fo




