Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skotar í øðini við ES: Krevja oyratøppar móti “sekkjalúðrum”

John William Joensen

Í 250 ár hava bretar ikki tora at banna skotsku sekkjalúrunum, men nú kemur ES á pallin

Nýtt ES-boð, sum bannar ljómliðum at láta við hægri gangi enn 85 desibel, uttan oyratøppar, vekur vreiði í Skotlandi.

Her spæla sekkjalúðraljómliðini nevniliga á hægri ljóðorku, ja, ikki færri enn á 122 desibel, skrivar Sunday Times.

Skotsku ljómliðsleiðarar siga, at eingin møguleiki er at skrúva niður ljóðgangin á einum sekkjalúðuri, og teir ávara ímóti oyratøppum: Her er vandi fyri góðskuni á sekkjalúðratónleikinum.

“Hesi mørk eru ov lág. Skulu vit fylgja reglunum, verður hetta endi á sekkjalúðraljómliðunum”, sigur Ian Hughes, leiðarin á Royal Air Force ljómliðinum í flogvápninum í Fife: “Ikki ber til at spæla friðarligt á sekkjalúður – her er eingin doyvingarknøttur,” leggur hann afturat.

Nýggju reglurnar ávirka ikki einans sekkjalúðratónleikarar, men eisini samfelagir teirra í t.d. rokktónleikinum og symfoniljómliðunum.

nj
180grader