Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Utgerð til kokkaskúlan niðurpakkað trí ár afturat

John William Joensen

Tær 500.000 krónurnar, sum landsstýrið skýtur upp at brúka til Kokkaskúlan í Klaksvík, er langt undir tað vit høvdu vónað, sigur Jákup Ziskason

Tað eru seks ár síðan at útgerð varð keypt til Kokkaskúlan í Klaksvík, sum heldur til á Sjómannsskúlanum.

Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 eru avsettar 500.000 krónur til Kokkaskúlin í Klaksvík og tað er langt undir tað sum biðið var um, sigur Jákup Ziskason, sum hevur kempa fyri kokkaskúlanum og hann er ikki sørt vónsvikin.

– Eg sigið bara at tað er gott at útgerðin, sum vit keyptu fyri seks árum síðan ikki er datomerkt.

– Vit hava roynt at trýst og júka fyri at fáa hølini gjørd í stand – men tað hevur ikki gingið serliga skjótt.

– Tað hevur tikið okkum drúgva tíð at fingið hølini á kokkaskúlanum umvald, men enn er einki gjørt við sjálvan køkin.

– Í løtuni mangla vit eitt stað millum tvær og tríggjar milliónir krónur, at fáa køking gjørdan soleiðis at hann lúkar nútíðarkrøv og tí røkka 500.000 sera stutt.

– Um hetta verður játtanin komandi árini so mugu vit bíðja trí ár afturat áðrenn vit kunnu pakka útgerðina upp – sum vit keyptu fyri seks árum síðan. Tá verið eg neyvan á kokkaskúlanum.

– Sjálvandi eru vit glaðir fyri teir pengar, sum vit fáa, men 500.000 krónur strekkja neyvan longur enn til at órudda kjallaran tey komandi árini.

—————-

Fyri nøkrum mánaðum síðan bjóðaði kokkaskúlin í Klaksvík politikarum og avvarandi myndugleikum til eina serliga rundvísing og ein døgurða.

Hetta varð gjørt fyri at vísa á tørvin hjá skúlanum og greiddi Jákup Ziskason m.a. frá at stórur eftirspurningur var at sleppa á skúlan og at skúlin óivað fór at vaksa nógv í framtíðini.

Til stuttleika kunnu vit siga at úrtøkan hjá skúlanum fyri borðhaldi var 20.000 krónur um árið pr. politikara-búk, sum tóku av innbjóðingini.

Harleyfacadeacryl