Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindi frá Treysti: Jonhard afturvaldur sum formaður í Treysti

Norðlýsið ÍTROTTUR

Jonhard Larsen er afturvaldur til formann í Ítróttarfelagnum Treysti fyri eitt nýtt 2 ára skeið.

Heimasíðan hjá Treysti skrivar, at nevndin hevði í ár valt at leggja ársaðalfundin hjá felagnum eftir eina av teimum sera vælumtóktu týsdagsvenjingunum í Badmintonhøllini, har yvir 20 fólk hava luttikið tær seinastu ferðirnar.

Týskvøldið var onki undantak og aftur hesaferð vóru tað yvir 20 fólk, sum luttóku í venjingini. Neyðugt var at læna nøkur borð og stólar frá nábúgvunum Mjølnir, so øll fingu sitið.

Eitt av málunum á skránni fyri aðalfundin var nevndarval. Her stóð formaðurin seinnu árini, Jonhard, fyri valið. Hann hevði valt at stilla uppaftur og onki annað mótvalevni var, og bleiv hann einmælt afturvaldur til formann fyri eitt nýtt tvey ára skeið. Tiltakslimurin seinnu árini, Tummas Joensen, bleiv eisini einmælt afturvaldur fyri eitt ár, skrivar www.treysti.fo.