Ruddingardagur fyri allar borgarar í Klaksvíkar Kommunu er leygardagin 3. mai, sum byrjar í Ósáskúlanum kl. 10:00.
Leygardagin 3. mai er ruddingar- og trivnaðardagur í Klaksvíkar kommunu. Dagurin verður settur í Ósáskúlanum kl. 10.00 har Rani Nolsøe, formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini heldur røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir lættan horntónleik og kaffi og rundstykkir verða at fáa.
Síðani verður farið út at rudda til kl. 13.00. Møtt verður aftur til lætt ábit, og Hans Hjalti Skaale fer at syngja nakrar sangir.
Plantupakkin verður útflýggjaður í hølunum hjá býargartnarinum í kjallaranum undir Skýlinum millum kl. 13.00 og 15.00 til teirra, ið hava fingið útflýggjingarseðil




