Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestmenn á Summar Festivalin

(Erik Biskopstø)

Upprunaliga manningin í Vestmonnum fer at spæla á Summar Festivalinum í august.

Í fjør var ætlanin, at Vestmenn skuldu spæla á Summar Festivalinum, men framførslan hjá teimum varð avlýst orsaka av veðri.
Nú er greitt, at Vestmenn verða við á Summar Festivalinum í ár. Upprunaliga manningin fer at savnast, og tey fara at spæla til rimmar konsert í Klaksvík í august.

Tað var í 1983, at Vestmenn komu inn á føroyska tónleikapallin við einum braki. Fyrsta útgávan hjá teimum, Brot, seldi fleiri túsund eintøk fyrstu vikuna, og Vestmenn gjørdist ein tann fólkakærasti føroyski bólkurin í 80’unum.
Við sangum sum Eg Siti So Eina, Motormani, Ró og Sildarok í Singapoore gjørdust Vestmenn ein tann mest spældi bólkurin í føroyska útvarpinum. Sangirnir hjá teimum blivu ein fyri og annar eftir landskendir, og nú 25 ár seinni kunnu Vestmenn fara á pallin við eini langari røð av hittum og kendum sangum.

Vestmenn hava hildið drúgvan steðg seinastu árini. Høvuðsmenninir í bólkinum, Martin Joensen og Ólavur Højgaard, hava givið tónleik út hvør sær, men nú finna teir saman aftur til eitt comeback við Vestmonnum.
Øll tann upprunaliga manningin savnast aftur til framførsluna á Summar Festivalinum, og umframt Ólav og Martin umfatar bólkurin eisini Niels Olsen, Boga Olsen, Jógvan í Toftum Olsen og kórsangararnar Rúnu á Heygum og Jórun Højgaard.

Tað er sanniliga orsøk til at gleða seg til eitt tað størsta comebackið í føroyskum tónleiki seinastu árini – útsett eitt ár, men ikki minni spennandi av teirri orsøk.
Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast á Shell-støðunum kring landið, í Telebúðum og á Teleshop.fo. 8. mai hækkar prísurin.

Harleywoodpaint