Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Guttorm Sørensen vann FM í ½-marathon

John William Joensen

Leygardagin bleiv skipað fyri FM í ½-marathon í Havn, og vinnari hjá monnum gjørdist Guttorm Sørensen úr Treysti við tíðini 1.14,40 tímar

Tað vóru 37 luttakarar við í kappingini, og av teimum gjøgnumførdu 35. Líkindini at renna vóru góð, tí tað var bert eitt lítið til lætt lot av ymsum ættum meðan runnið bleiv. Rutan gekk frá Bursatanga, runt um Café Natúr og so til tyrlupallin við Strond at venda. Hesin teinur á 4,2 km skuldi gjøgnumførast fimm ferðir. 

Guttorm Sørensen úr Treysti var favorittur hjá monnunum og legði seg á odda beinanvegin. Hann økti leiðsluna allan vegin, og rann á mál sum tryggur vinnari við tíðini 1 tíma 14 min. og 40 sek.
Næstur á mál varð Andrias Hansen úr Bragdinum við tíðini 1.16,53, eitt flott avrik, tí hann hevur vant renning í umleið hálvt ár eftir at hava verið kapprógvari í nøkur ár. 3. maður á mál varð Henry Olsen, í harðari kapping við Eirik Hansen, sum eftir ein góðan innsats mátti lúta fyri rutinuni hjá Henry. Teir renna báðir fyri Bragdið og runnu teinin uppá ávíkavist 1.20,03 og 1.20,13. Hjá Treysti gjørdust úrslitini annars hesi Borgar Biskopstø nr.5 við 1.21,15, Jan Elmar Sørensen nr. 6 við 1.22,42, Símun Akursmørk nr.9 við 1.29,03, Pól Sundskarð nr.14 við 1.33,16 og Tummas Anthoniussen nr. 23 við 1.41,43.  

Kappingina um fyrsta plássið hjá kvinnunum, stóð millum Árnu Helmsdal og Fridu Poulsen úr Bragdinum, Árna vísti seg at verða tann skjótara, og kom hon á mál 1 min. og 12 sek. áðrenn Frida. Tíðirnar vóru 1.48,27 og 1.49,39. Karin kom á mál sum nr. 3 við tíðini 1.55,42. Væl klárað av Karini, sum síðsta sunnudag rann maraton í Hamburg. 

Kappingina hjá veteranum vann Borgar við tíðini 1.21,15. Um hugsað verður um at hann hevði eitt maraton uppá 2.50,42 í beinunum frá seinasta vikuskifti, so var tað sera væl runnið av Borgari, sum vann frammanfyri Absalon Hansen. Triður á mál varð Hákun Djurhuus. Teir renna báðir fyri Bragdið. Majbritt Vestergaard vann hjá kvinnunum.
Super veteranurin Óli Olsen livir framvegis upp til heiti “super veteranur”; hann vann sína kapping við imponerandi tíðini 1 tími 30 min. og 36 sek.