Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umfatandi innbrot í Klaksvík í nátt

John William Joensen

Higartil eru fráboðanir komnar um fimm innbrot og harafturat er bilur stolin, verður sagt av politistøðini í Klaksvík

Innbrot hevur verið hjá Contriv Radio har m.a. peningur er stolin.

Á Trol- og Snørisvirkinum var eisini innbrot millum kl. 3 og hálvgun fimm í nátt og har vóru klæðir stolin.

Uppi í Klingrugarði varð brotið inn hjá Mallco har inbrotsmennirnir hava leita runt um í húsinum.

Eisini var roynt at bróta inn hjá KBI, men av tí at serliga sterkt glas er í hurðini, sloppu gerningsmennirnir ikki inn.

Á bilverkstaðinum hjá John Heinesen var eisini brotið inn og fólk hevur verið inni og leita eftir onkrum.

Harafturat var ein gamal hvítur Corolla Hatchback stolin uttan fyri handilin hjá Victor á Lakjuni og hann er ikki funnin enn.

Norðoyatunnilin vil ikki samarbeiða
Av politistøðini verður sagt at teir hava sett seg í samband við Norðoyatunnilin fyri at kannað um bilurin er farin gjøgnum tunnilin, men teir hava gjørt greitt at politiið hevur ikki atgongd til videomyndirnar hjá Norðoyatunnlinum.

– Hvørjaferð okkurt tekniskt er áfatt í Norðoyatunnlinum, so mugu vit hoppa og renna fyri teir – so eg haldi lítið um at tunnilin ikki vil hjálpa okkum, tá vit hava brúk fyri teimum, sigur politisturin sum í løtuni kannar stuldursmálini.

Hóast smærri herverk hava verið í seinastuni, so er ófriðarliga náttin eitt eindømi í longri tíð.

Stuldursmennirnir hava reika um býin millum kl. 02 og kl. 04:50 í nátt og politi í Klaksvík heitir tí á fólk, sum møguliga hava varnast okkurt, um at seta seg í samband við politistøðina á telefon 455348