Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1. deild: KÍ-Víkingur 1-1 (1-0): Hepnir víkingar fingu stig í Klaksvík

Norðlýsið ÍTROTTUR

Væl leikandi KÍ-liðið sá út til at fara at vinna á Víkingi, tá ið Tórður Lervig legði teir framum í fyrra hálvleiki, men hóast leikliga yvirvág til KÍ, megnaði Víkingur at javna til 1-1.

Hóast ein heimasigur hevði verið rættara úrslitið í mun til spælbýtið í dystinum, sum varð spældur seint seinnapartin leygardagin, so vóru teir á Víkingi ikki fyri ongum heldur, og í løtum komu teir fram ímóti KÍ-málinum.

Tað var Tórður Lervig, sum leikar á miðvøllinum hjá KÍ, sum legði teir bláu framum eftir uppspæl í høgru álopssíðu hjá KÍ.

Hann hevði sjálvur spælt bóltin fram á høgra vong og rann síðan fram við har hann í brotsteiginum fangaði ein bólt, sum fór aftur um leikararnar, og áðrenn teir ljóðsbláu fingu stundir at steðga honum, smekkaði hann til við vinstra beini.

Sum heild hevði KÍ yvirvág í spæli allan dystin, men tað bleiv bara til tað eina málið.

Víkingur svaraði aftur í løtum, og stutt inn í 2. hálvleik, skallaði Sigfríður Olsen bóltin í KÍ-málið eftir uppspæl í høgru síðu.

KÍ royndi at trýsta fyri at fáa eitt sigursmál, men til fánýtis, og so fingu Víkingar ein javnleik og eitt stig við sær heimaftur.