Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Gongufelag veruleiki

Oliver Joensen

So fingu vit í Norðoyggjum endiliga eitt hart tiltrongt gongufelag. Tað er Norðoya Kunningarstova ið hevur fingið stovningina í lag.

Mikukvøldið 14.mai 2008 var stovnandi fundur hjá Norðoya Gongufelag.
Um 30 spent og áhugaði fólk vóru møtt í býráðssalinum, øll við tí ynskinum at fáa eitt virki gongufelag sett á stovn.
Leiðarin á Norðoya Kunningarstovu, Maiken Steinberg, bjóðaði øllum at vera vælkomin, og greiddi hon so í stuttum frá hvat endamálið við einum gongufelag er og hvussu onnur gongufeløg skipa seg.
Síðan var orðið frítt, og eitt sera áhugavert orðaskiftið tók seg upp um hvørjir gongutúrar kundu verið gjørdir. Hugalagið var gott og fólk viðtóku at seta felagið “Norðoya Gongufelag” á stovn. Eisini vóru tvey vald sum ábyrgdarfólk av felagnum saman við Norðoya Kunningarstovu.
Øll sum vóru møtt á fundi meldaðu seg samstundis sum lim í Norðoya Gongufelag. Høvi verður nú eisini hjá øðrum áhugaðum at melda seg sum lim í felagnum.
Eftir ætlan verður fyrsti gongutúrur hjá nýstovnaða felagnum innan 14 dagar.
Hvar fyrsti túrurin verður er spennandi at vita. Kunngjørt verður ein av fyrstu døgunum, og fáa limirnir kunnandi bræv um hetta
Tilmelding fer fram á Norðoya Kunningarstovu

Við summarkvøðu
Norðoya Gongufelag

Harleywoodpaint