Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gøtuljós á Víkavegnum, Oyravegnum á Norðoyri og Ánavegnum

John William Joensen

Christian Fríðrik Olsen, varaborgarstjóri helt innbodna útbjóðing í gjár, so nú fer gongd at koma á

Kelda: www.klaksvik.fo

Í gjár, hósdagin 15. mai, varð innboðin útbjóðing í samband við gerð av gøtuljósum á trimum vegateinum í kommununi.

Talan var um Víkavegin, Oyravegin á Norðoyri og Ánavegin.

Arbeiðstakararnir, ið vórðu bodnir við til útbjóðingina, vóru Sp/f Tummas Thomsen, El-in, Sp/f El-Pro og Sigurd Syderbø. Ráðgevari hevur verið Sp/f Oddbjørn Vágslíð.

Tilboðini upp á arbeiðið at gera gøtuljósini til Víkavegin vórðu latin upp kl. 15.

Tey vóru soljóðandi:
Sp/f Tummas Thomsen kr. 186.130,-,
El-in kr. 205.576,98,
Sp/f El-Pro kr. 206.519,10
og Sigurd Syderbø kr. 223.446,80.

Ráðgevarameting: kr. 224.163,00.

Tilboðini upp á arbeiðið at gera gøtuljósini til Oyravegin á Norðoyri vórðu latin upp kl. 15.10.

Tey vóru soljóðandi:
Sp/f Tummas Thomsen kr. 456.613,00,
El-in kr. 459.459,50,
Sp/f El-Pro kr. 484.868,36
og Sigurd Syderbø kr. 502.532,40.

Ráðgevarameting: kr. 540.532,00.

Tilboðini upp á arbeiðið at gera gøtuljósini til Ánavegin vórðu latin upp kl. 15.20.

Tilboðini vóru soljóðandi:
Sp/f Tummas Thomsen kr. 597.527,00,
El-in kr. 630.968,99,
Sp/f El-Pro kr. 639.998,00
og Sigurd Syderbø kr. 654.007,60.

Ráðgevarameting: kr. 729.851,00.

Mvg er ikki íroknað í tilboðsupphæddunum.