Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingurin í málinum hjá B36: Meinhardt kemur heim

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í dystinum millum KÍ og B36 nú sunnudagin verða tveir klaksvíkingar í hvør sínum máli hendan dystin: Jákup fyri heimaliðið og Meinhardt fyri vitjandi B36-liðið.

Sostatt verður hesin dysturin eisini ein uppgerð millum hesar báðar, framúr góðu málmenninar, sum í fjør vóru í júst øvugtu støðuni, tí tá var Meinhardt Joensen málmaður hjá KÍ, meðan Jákup Mikkelsen tá framvegis var á liðnum úr høvuðsstaðnum, har hann tá gekk á læraraskúla.

Nú er Jákup útbúgvin lærari og er komin heim til Klaksvíkar og KÍ, her hann avgjørt er ein styrkur fyri Formulaliðið, sum í seinastuni til tíðir hevur verið illa fyri, nú eitt ættarliðsskifti fer fram á besta KÍ-liðnum.

Tað sama kann sigast um Meinhardt, sum nú roynir evnini á besta liðnum hjá  B36, har hann higartil í ár hevur spælt sera væl.

Hesin dysturin sunnudagin er hansara fyrsti Formuladystur við Djúpumýru, síðan hann skifti til B36.

Tí verður hesin dysturin nakað serligt, bæði fyri áskoðararnar og fyri Meinhardt sjálvan, nú hann kemur heim at spæla, men við einum fremmandum liði.