Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EM-undankapping í flogbólti: Sigur á Írlandi men ov stuttar móti Liktinstein

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eftir ein 3-1 sigur á Írlandi gekk tað akkurát ikki hjá føroysku flogbóltskvinnunum ímóti Liktinstein, har tær í avgerandi løtum vóru heldur fjálturstungnar, og hetta kostaði at enda ein sigur, sum als ikki tóktiskt ómøguligur.

Føroyar vunnu
greitt á Írlandi

Írland – Føroyar 1-3 (21-25, 12-25, 30-28, 11-25)

Hóast Írland vann eitt spennandi og langt triðja sett 30-28, so var føroyski sigurin ongantíð í vanda, og tí hevði føroyska landsliðið fulla úrtøku áðrenn tann torføra dystin ímóti Liktinstein.


Akkurát ov stuttar
ímóti Liktinstein

Føroyar – Liktinstein 0-3 (22-25, 25-27, 22-25)

Fyrsta sett
Føroyar komu væl frá byrjan, og Helga Guttesen vann okkum fyrstu tveir bóltarnar, og skjótt førdu Føroyar 6-3.

Liktinstein bardi seg tó skjótt upp á 7-7.

Síðani gekk javnt á, har Føroyar stundum vóru 2 frammanfyri, og stundum var javnt.

Men eftir at Føroyar løgdu seg á odda 13-11, kom stígur í eina løtu, og Liktinstein vann tríggjar bóltar á rað og fór fyri fyrstu ferð framum; 14-13. Hesa løtuna hevði haltað við føroysku móttøkunum eina løtu; kanska eisini tí Liktinstein hevði servað væl.

Men tær føroysku bitu tenninar saman og løgdu seg framum aftur 17-14, og tá Helen á Lakjuni Jacobsen smashaði til 20-17, sá væl út.

Men Liktinstein vann teir fyrstu 4 bóltarnar eftir time-outið, og førdi nú 21-20. Og eftir at Annika á Stongum lumpisliga hevði minkað um minun til 22-23 eftir enn eitt time-out, vann Liktinstein næstu tveir bóltarnar, og harvið settið 25-22!

Annað sett
Trupult tóktist vera at fáa veruligt glið á føroyska álopsspælið í øðrum setti, og Liktinstein megnaði at fáa ov nógvar bóltar upp úr gólvinum sum áttu at verið vunnir.

Liktinstein legði seg so líðandi framum 6-3, 8-4 og 9-5.

Men Føroyska liðið át spakuliga burturav liktinsteinsku leiðsluni og javnaði síðani til 13-13.

Síðani gekk sera javnt tað sum eftir var av setinum: 14-14, 17-17, 20-20, 22-22, 23-23.

Við eini hálvari te-skeið meira av ísi í maganum høvdu Føroyar ivaleyst vunnið settið, men í avgerandi løtum sveik sjálvsálitið.

Føroyar høvdu tó settbólt viðstøðuna 24-23, men Esther Biedermann javnaði til 24-24 við einum dundursmashi. Føroyar fingu enn ein settbólt, men enn einaferð var Biedermann teimum føroysku ein herskin biti, tá hon vann bóltin til 25-25.

Matchbóltin, ein serva frá Liktinstein var, metti føroyska liðið at fara út og lat hann fara, men hann var kortini innanfyri og Liktinstein vann settið 27-25!

Triðja sett
Birgit Guttesen kom inn frá byrjan av triðja setti og hon vann báðar teir fyrstu bóltarnar og leðgi Føroyar 2-0 framum.

Men Liktinstein javnaði til 4-4 og fór framun 8-4. Serliga Julia Fehr var trupul at fáa bilbukt við.

Hesa løtuna fekk Liktinstein alt uppaftur av gólvinum.

Men hóst Liktinstein fór upp á 10-6, 13-10, 14-11, 16-13 og 19-16, so Føroyar góvu tó aldrin skarvin yvir og javnaðu ístaðin til 20-20. Nógvar av føroysku bóltunum hevði Sólvá Dimon og Karin Mikkslesen vunnið.

Men í avgerandi løtunum sviku føroysku servurnar, og eftir at støðan hevði verið bæði 21-21 og 22-22, lobbaði Juila Fehr fyri 17. ferð til støðuna 24-22 til Liktinstein og matchbólt. Og hann lobbaði Julia fyri 18. ferð í føroyska gólvið til 25-22 sigur til Liktinstein í triðja settinum.

– – –

Sunnudagin kl. 19:30 spæla Føroyar móti Luksemborg, sum fyrr um dagin eisini skal spæla móti Írlandi.

Í 2004 taptu Føroyar 3-2 fyri Luksemborg (24-26, 25-23, 27-25, 24-26, 11-15).

(kelda: www.fbf.fo)