Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einki felags útspæl frá landsstýrinum

John William Joensen

Páll á Reynatúgvu sigur, at einki nýtt kom fram á fundinum í lítlu samgongu og at málið tí framhaldandi hongur í leysum lofti

– Eg má siga sum er at landdstýri var ikki samt um hvussu farast skal fram í tunnilsmálinum.

– Bjørt Samuelsen kom við einari frágreiðin har hon nevndi nakrar møguleikar – men fundurin var annars rættuliga ókonkretur.

– Eg mælti til at samgongan setur nøkur fólk í skundi at fyrireika málið áðrenn samgongufundin í morgin – men enn eru so eingi boð komin um nakað sum helst.

– Eg haldi tað vera sera óheppið at eitt so tíðandi mál skal sleppa at liggja óloyst og slíta uppá samgonguna.

– Sum støðan er í løtuni so verður málið tveitt fyri samgonguna á fundi í morgin – uttan at man er samdur um nakað sum helst.

Harleyfacadeacryl