Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit fara ikki at atkvøða fyri almennum verkætlanum um Skálafjørðin ella Skopunarfjørð

John William Joensen

sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum Kári P. Højgaard

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard heldur ikki at trupuleikarnir í samgonguni eru nýliga íkomnir.

– Gerhard og Páll hava alla tíðina havt eina klokku klára støðu til Sandoyarverkætlanina og tí undrar tað meg at samgongan hevur valt at sæð burtur frá ósemjuni í so langa tíð.

– Tað er skeivt at halda at vit í Sjálvsstýrisflokkinum fara at hjálpa samgonguni at útseta Sandoyartunnilin til frama fyri eina almenna verkætlan tvørtur um Skálafjørðin.

– Vit hava gjørt púra greitt at vit meta ikki at pláss er á fíggjarlógini tey komandi fýra árini fyri hvørki Sandoyartunnlinum ella Skálafjarðartunnlinum.

– Tað almenna hevur gjørt eitt vælvirkandi vegasamband millum eysturoynna og miðøkið og tí eigur tað almenna ikki at brúka eina milliard at binda hetta økið tættari saman.

– Hinvegin eru vit jaligir um at privat felag ferð í holt við at gerða ein tunnil, sum er sjálvfíggjandi.

– Tað líkist ongum at undanfarni landsstýrismaður í Vinnumálum forhalaði samráðingarnar við P/F Eysturoyartunnilin og eg fari at mæla Bjørt Samuelsen til at taka hesar samráðingar upp aftur – so at privata felagið sleppur til verka.

Formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum vísir aftur at samband hevur verið við samgonguna um omanfyri nevndu spurningar.