Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaheilsa: Stórur áhugi fyri heilsurenning

John William Joensen

Áhugin fyri “Renn fyri heilsuna” er sera, sera stórur, og í dag vóru tað 350 fólk við í tiltakinum.

At Klaksvík er ein heilsubýur, bleiv staðfest aftur í dag, tá heili 350 fólk gingu/runnu fyri heilsuna í góðveðrinum í Klaksvík seinnapartin. 

Tað eru øll sløg av fólki, sum luttaka. Har eru ung og gomul, kløn og minni kløn, stutt og lang, smøl og minni smøl. Ja, stutt sagt alt slag av fólki. Tað er ein vøkur sjón tá allir riðilin leggur leiðina út á Skarðhamar at venda.

Næsta "Renn fyri heilsuna" verður leygardagin 31. mai kl. 14.00 frá Sportmaster og øll eru vælkomin at vera við.