Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trupult er at fáa eyga á samgongu og andstøðu í tingunum

John William Joensen

Orðaskiftið í tinginum í kvøld um avgjøld er fari langt av sporinum og endin var at formaðurin skeyt upp at enda orðaskifti – men formannskapurin tapti atkvøðugreiðsluna

Tað sum hevur eyðkend orðaskiftið í tinginum í dag er at trupult er at fáa eyga á hvør tinglimur er í samgongu og hvør hoyrir heima í andstøðu.

Tað eru fleiri mál eftir at viðgerða, men málið um at leggja avgjøld á innfluttar vørur fór fullkomuliga av sporinum. Undir hesum orðaskiftinum hava samgongulimir verið rúkandi ósamdir og sera trupult hevur sæð nakra skiljilinju millum andstøðulimir og samgongulimir.

Formannskapurin í minniluta
Umleið kl. 9:30 ætlaði formannskapurin at steðga orðaskiftinum og halda fram í morgin – men Gerhard Lognberg og John Jóhannesen atkvøddu ikki – og tí kom formaðurin í minnuluta.

Orðaskiftið endaði kl. 22:00 uttan at sjálv 2.viðgerð av fíggjarlógini var byrjað.

Harleyfacadeacryl