Løgtingið samtykti fríggjadagin nýggju lógina um Fróðskaparsetur Føroya.
Talan er um eitt sera stórt framstig fyri hægri lestnað og gransking í Føroyum.
Fróðskaparsetrið munandi størri
Nýggja lógin merkir, at Fróðskaparsetur Føroya nú fer at fevna um bæði verandi Fróðskaparsetrið og um Føroya Lærararskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Harvið gerst føroyska Fróðskaparsetrið munandi størri, og fara munandi fleiri hægri útbúgvingar at verða bodnar út í Føroyum.
Fróðskaparsetur Føroya fer væntandi at vaksa komandi árini, so hvørt sum útboðið av útbúgvingum verður størri, og tá útbúgvingar væntandi verða bodnar út á hvørjum ári í framtíðini. Eisini er ætlanin, at útbúgvingar á Vinnuháskúlin og partar av útbúgvingunum á Handilsskúlanum, gerast hægri útbúgvingar og partar av Fróðskaparsetri Føroya í nærmastu framtíð.
Meira nútímans skipan
Við nýggju lógini verður nýggja Fróðskaparsetrið eisini skipað øðrvísi enn higartil. Broytingin inniber m.a. at Fróðsverður skipað á ein hátt, ið er meira líkur skipanini av fróðskaparsetrum í útlondum. M.a. verður talan um, at eitt stýri verður sett, har meirlutin er fólk uttanfyri Fróðskaparsetrið við viðkomandi royndum og førleikum, og eisini verður áramálssettur rektari settur at stjórna nýggja Fróðskaparsetrinum. Eisini verður stovnurin undir leypandi góðskueftirliti.
Fleiri og nýggjar hægri útbúgvingar
Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er longu á Bachelor-støði, og eftir summarfrítíðina verða útbúgvingarnar innan námsfrøði og til lærara eisini á Bachelor-støði. Samstundis verður ætlan løgd fyri, nær Master útbúgvingar skulu kunna bjóðast út innan fakini. Í heyst kann Fróðskaparsetur Føroya bjóða út nýggjar útbúgvingar innan Hav- og Jarðfrøði, KT-verkfrøði, Lívfrøði og Løgfrøði.
Í framtíðini fer føroyska samfelagið harvið at bjóða hægri útbúgvingar til lærarar, námsfrøðingar, sjúkrarrøktarfrøðingar, lívfrøðingar, hav- og jarðfrøðingar, samfelagsfrøðingar, málfrøðingar, søgufrøðingar, KT-verkfrøðingar og løgfrøðingar.
”Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroyska samfelagnum er, at fáa ung fólk at velja at búgva og virka í Føroyum. Nýggja Fróðskaparsetur Føroya merkir at Føroyar nú fáa eitt munandi størri umhvørvi fyri hægri lestnað og gransking. Hetta gevur føroyskum ungdómi í nógv størri mun møguleika at nema sær hægri útbúgving í Føroyum, og hevur hetta avbera stóran týdning fyri tað føroyska samfelagið.
Málið er, at ein munandi menning av Fróðskaparsetri Føroya heldur áfram komandi árini, so í mangar mátar er bert talan um eina byrjan uppá hægri raðfesting av hægri útbúgvingum og gransking í Føroyum”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.




