Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein vánalig føðingardagsgáva

Oliver Joensen

Jógvan við Keldu mótmælir navnabroyting til Norðoya Kommunu.
Ein vánalig 100 ára føðingardagsgáva býráðið gevur
okkum klaksvíkingum

Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík og landsstýrismaður í komunumálum mótmælir harðliga at navnið verður broytt frá Klaksvíkar Kommunu til Norðoya Kommunu.

-Eg má siga, at eg kendi meg tiknan á bóli, tá eg í morgun hoyrdi í Útvarpi Føroya, at 100 ára føðingardagsgávan frá býráðnum til klaksvíkingar var at avsiga navnið og samleikan hjá Klaksvík og broyta tað til Norðoya Kommunu.

– Eg havi altíð verið fyri at savna Norðoyggjar í eina kommunu, ikki tí, at tað búskaparliga endiliga er størsti fongurin fyri Klaksvík, men nú smáu oyggjarnar og útjaðarin verður niðurtraðkaður av sentralistiska landsalmenna politikkinum, er gott og neyðugt, at Klaksvík stendur saman við hinar partarnar av Norðoyggjum. Fólkatalið og vinnan í Klaksvík kann roknast sum 80-90 prosent av Norðoyggjum.

– Annað er so, um so var, at eisini Leirvík og Fuglafjørður og kanska aðrir partar av Eysturoynni vórðu samanlagdar við Norðoyggjar so ein ávís javnvág kom í fólkatalsliga og vinnuliga, men so kemur tað í øllum førum ikki at eita Norðoya Kommuna.

-Nei her kenni eg tað sum um, at býráðið hevur gjørt seg inn á íbúgvararnar í Klaksvík. Hetta er tekin um sovirenan veikleika av næstørsta býi í landinum.

Jógvan sigur til seinast, at hann vónar ikki, at hann stendur einsamallur við hesi meining, tí so er hóttafall bæði ein og annan veg í næstu framtíð. Men leggur hann afturat, at um so skuldi verið, at hann stendur einsamallur, so verður hann noyddur at taka tað til eftirtektar, men so er Klaksvík illa farin.

– “So endaliga vil eg endurtaka”, sigur Jógvan, “at hetta er ein vánalig 100 ára føðingardagsgáva býráðið letur okkum klaksvíkingum”.