Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ábyrgdarloysi !

Oliver Joensen

Heldur enn at rætta trupulleikarnar í sjúkrahúsverkinum, hevur politiski myndugleikin sent eitt signal til sjúkrahúsleiðslurnar, um at tað er í lagið, at lógin verður brotin.

Øll tey føgru orðini um “klokkuklárar mannagongdir” mugu sigast at hava mist sítt innihald, nú teir tríggir samgonguflokkarnir, á miðjari nátt, gjørdu semju um, at eitt yvirtrekk skal vera á fíggjarlógini. Tað bar ikki til at fáa semju um at hækka játtanina til Landssjúkrahúsið, men somu flokkar hava gjørt semju um, at sjúkrahúsið kann brúka meira enn játtanin loyvir. Hetta er brot á allar reglur og mannagongdir.

Ein nevnd við serfrøðingum verður sett at kanna fíggjarliga tørvin hjá Landssjúkrahúsinum, og líkamikið hvørja niðurstøðu tann nevndin kemur til, so sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, at hann hevur fingið politiska trygd fyri, at samgongan fer at regulera játtanina eftir tí, sum kanningin sigur. Eisini sigur Hans Pauli Strøm, at um onkur flokkur hoppar frá, tí hann ikki kann góðtaka raksturin á sjúrkrahúsinum, ja, so er samgongan fokin.

Nevndin fær sostatt politiska heimild til at taka støðu til, hvussu stóra játtan Landssjúkrahúsið skal hava á fíggjarlógini, og sjúkrahúsleiðslan fær heimild til at virka sum um at játtanin ikki verður skerd – hóast tølini í fíggjarlógini siga, at hon longu er skerd. Hetta líkist einum ella øðrum formi fyri “lógligt lógarbrot”.

Tað er ikki neyðugt at seta eina nevnd at kanna um pengar mangla á Landssjúkrahúsinum ella ikki, tí øll vita, at pengar mangla í 2008. Men hinvegin – um tað kortini skuldi hent, at nevndin kom til ta niðurstøðu, at pengar ikki mangla – og landsstýrið hevur longu givið sjúkrahúsleiðsluni boð um ikki at spara – hvat hendir so? Hvørjar fylgjur fær tað fyri landsstýrismannin?

Tá nevndin, einaferð ímóti heysti, er komin til eina niðurstøðu, tá er longu ov seint at gera sparingar, um tað skuldi verið úrslitið av kanningini, tí tá er árið mestsum liðugt.

Føroya størsta parkeringspláss
Tá samgongan varð skipað, loyvdi eg mær at kalla hana fyri “Føroya størsta parkeringspláss”, tí tað sá út sum, at øll mál blivu parkerað. Men síðani er parkeringsplássið víðkað. Tunnilsmálið er parkerað í eini nevnd og sjálvt fíggjarlógin (ella partar av henni) er parkerað í eini aðrari nevnd. Samgongan keypir sær tíð við at skumpa trupulleikarnar frammanfyri sær, og hóast hon ongar loysnir hevur at bjóða, so krøkir hon seg framvegis til valdið. Hvussu leingi hetta kann ganga, er ikki ringt at meta um, tí tá ein nevnd skal umborð á hvørt skip, er tá ikki tíð at koyra skiparan í land.

Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen