Skjótt fløguaktuelli BET YOU ARE WILLIAM verður at hoyra á Fjarðafestivalinum í ár.
Petur William Háberg spældi í fjør eina tí bestu konsertina á festivalinum. Ì oysandi regni stóð han har og sparkaði hágóðskurokkin langt inn millum fjarða við eini kraftmiklari konsert. Eingin ivi um at tað verður ikki minni í ár. So tað er við gleði at vit kunngerða BET YOU ARE WILLIAM á ársins Fjarðafestivali.




