Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Opið bræv til Viberg Sørensen

Oliver Joensen

Føroya Reiðarafelag hevur sett nýggja kós, sum m.a. merkir, at tey verja sáttmálabrot. Kósin er vandamikil og gongur fyrst og fremst út yvir manningarnar og teir reiðarar, sum halda seg til sáttmálan

Støðan í fiskiveiðuflotanum er álvarsom – lat ongan iva vera um tað – tað er lítið til av fiski og oljuútreiðslurnar eru ovurhonds høgar.
Hetta merkja limir okkara alt ov væl, og spurningur er, hvussu leingi til ber at lata standa til?
Manningarfeløgini hava síðstu tíðina gjølla viðgjørt tær dýrkandi oljuútreiðslurnar, og hvussu vit kunnu skapa góð kor fyri fiskimenn her á landi.
At reiðarafelagið ynskir, at vit treytaleyst skulu gjalda olju, uttan at hava hugsa um avleiðingarnar hjá okkara limum ber ikki til.
Vit hava havt fund við skipsmanningar um hóttandi støðuna hjá føroysku fiskivinnuni – ein fundur verður eisini í hesi vikuni í Suðuroynni. Á fundunum hava nógv áhugaverd mál verið uppi at venda, m.a. oljuútreiðslurnar. Boðini frá sjómonnunum eru greið – okkara limir ynskja ikki at gjalda fyri at fara til arbeiðis.
Fiskimenn eru eisini ivasamir viðvíkjandi spurninginum um at seta í skip. Undir seinastu kreppuni settu fleiri sjómenn nógvar pengar í skip og veðhildu fyri reiðarar. Tá skipini blivu seld, so fingu hesir menn bara pengarnar aftur, sum eitt lán uttan rentu, meðan onkur reiðari koyrdi milliónir í lumman. Aðrir sjómenn hava mist stórar upphæddir, tí skip eru farin av knóranum. Fyri rættleikan skal eisini sigast, at í ávísum føri, hava sjómenn fingið sín part aftur við rentu, tá ið skipini eru seld ella lánið afturgoldið.
Nakrir reiðarar hava altíð hildið sáttmálan og t.d. givið hvørjum manni sítt, um hesir hava sett pening í vinnutólið, men tíverri er hetta ikki altíð so.
Carlton málið
Tað er eisini aðrar grundir til, at vit ikki eru komnir nærri eini loysn, og tað er m.a. málið um Carlton.
Hetta mál hevur sett seg sum ein kíla millum fiskimannafelagið og reiðarafelagið. Hettar er óheppið, tí onki er at ivast í, at partarnir høvdu verið komin nógv longri, um hetta mál var loyst sambært sáttmálanum.
Trupulleikin er, at Viberg Sørensen virkið verjir sáttmálabrot, og vil ikki taka nakra ábyrgd á seg viðvíkjandi leiklutinum hjá Reiðarafelagnum. Carlton er verri enn so einasta málið, sum fiskimannafelagið stríðist við, tí sáttmálar ella lógir vera brotnar. Eitt mál koyrir í løtuni í rættinum um Artic Viking, og onnur mál eru eisini við at koma upp.
At Føroya Reiðarafelag nú virkið verjir teir, sum bróta sáttmálan er við til at kasta eitt ringt ljós yvir á allar reiðarar. Tá ið eg skrivi undir ein sáttmála, so kenni eg meg bundnan av honum – hetta sama væntaðu vit av Føroya Reiðarafelag, men hetta tykist ikki hava stórvegis týdning. Hetta gongur út yvir manningarnar, sum ikki fáa teir ágóðar tey hava rætt til samsvarandi sáttmálanum, og hetta gongur út yvir hinar reiðararnar, sum altíð halda sáttmálan.
Kósin hjá Viberg Sørensen ger, at allir reiðarar koma í ringt orð – og tað er ikki uppiborið. Kósin hjá Viberg Sørensen ger, at fiskimenn hava lættari við at søkja sær kjansir uttanlands (serliga í Noreg) Kósin hjá Viberg Sørensen ger, at kappingin verður ójøvn.
Hvussu leingi reiðararnir her á landi finna seg í hesum veit eg ikki, men kósin er so avgjørt skaðilig og er við til at skunda undir ruðuleika og at álitið á Føroya Reiðarafelag spakuliga verður máa burtur., Útslitið gerst ruðuleiki, sum skaðar báðar partar – also bæði fiskimenn og reiðarar og feløgini bæði.
Stuðul?
Júst hvat vit skulu gera í fiskiveiðiflotanum veit eg ikki – hevði eg havt eitt greitt svar og eitt greitt tilmæli, so høvdu vit gjørt vart við okkum, men spurningurin er fløktur.
Seinastu árini hava vit sæð ovurhonds nógvar sølur av fiskiveiðiskipunum. Stórar upphæddir eru farnar í lummarnar á teimum, sum hava kunna selt fiskiloyvi, sum teir hava fingið fyri einki, og nógv hava nýtt henda møguleika, og tað sæst aftur í tí ovurhonds stóru skuld, sum er enda í fiskivinnuni. Sølurnar av ogn føroya fólks hevur ikki styrkt um umdømi hjá eigarunum í fiskivinnuni, tvørturímóti.
At nógvur peningur hevur verið í vinnuni sæst eisini aftur í sera stóru upphæddunum, sum eru útgoldnar sum vinningsbýti. Sambært frágreiðing hjá Rasmussen og Weihe eru omanfyri 500 mió kr útgoldnar í vinningsbýti í árunum 2002 – 2006.
Vit hava sæð, hvat hendur, tá ið stuðul er latin í fiskivinnuni – hesin er verri enn so altíð komin vinnuni serliga væl við – seinasta dømi um stuðul ber til at síggja í rækjuvinnuni fyri nøkrum fáum árum síðani.
Eg ivist í, um føroya fólk eru áhugað í, at skattakrónurnar tey rinda til landskassan skal enda beinleiðis í lummanum á nøkrum reiðarum. Høvdu fólk vita, at hetta er tað, sum skal til fyri at halda vinnuni koyrandi, so hevði mótstøðan móti stuðli helst ikki verið so stór, men tær stuðulsskipanir, sum hava virka her á landi hava ikki altíð verið so gagnligar fyri vinnuna, og tey fólkini, sum hava sítt livibreyð í vinnuni.
Spurningurin í fiskivinnuni er álvarsamur – og vit sum feløg – also bæði manningafeløgini og reiðarafelagið skylda limum okkara, at taka hetta í stórsta álvara. Mín áheitan á reiðarafelagið er tí, at felagið fær limir sínar at halda sáttmálan.
Lat ongan iva vera um, at fiskimannafelagið vil gera alt fyri at samstarvið partanna millum verður so gott sum gjørligt – hetta gagnar eisini vinnuni, men tit mugu also gera tykkara fyri at halda sáttmálarnar.

Jan Højgaard,
Føroya Fiskimannafelag