Leygardagin, Norðoyastevnuaftan, verður ein danskur landsliðsleikari á Team Klaksvík-liðnum, sum spælir stevnudyst móti Neistanum í Badmintonhøllini kl. 13:30.
Hósmorgunin gjørdist greitt, at Team Klaksvík fær ein rættiligan styrk til dystin ímóti føroyameistarunum.
Fríðin Ziskason, formaður í Team Klaksvík, hevur nevniliga saman við øðrum kreftum í felagnum fingið fatur á einari rættiligari hondbóltsstjørnu til hendan norðoyastevnudystin.
Talan er um danska landsliðsleikaran Lars Møller Madsen, sum skal leika við Team Klaksvík á Norðoyastevnu.
Lars Møller Madsen, sum er heilar 2 metrar og 7 sentimetrar høgur, er fyri stuttum blivin evropameistari sum leikari á danska hondbóltslandsliðnum.
Hesin áhugaverdi dystur verður klokkan 13:30 í badmintonhøllini.




