Leygarkvøldið 7. juni kl. 20:00. Ókeypis atgongd
Norðoyastevnuhýrur. Nú Norðoyarstevna er fyri durum, hevur Leikalund valt at gera eitt sindur meiri burturúr og givið fólki møguleika at koma at vitja hugnaliga handilin at lurta eftir livandi tónleiki, hyggja eftir list, og keypa sær ein kaffimunn.
Leygardagin er opið frá kl. 15, og kl. 20 verður bólkurin La Muh á skránni.
La Muh à la troubadour. La Muh er Hanna Jensen sum syngur, Kristian Hansen, sum spælir guittar og Petur Martin Johannesen, sum spælir á tangentar og banjo.
Tey spæla eina góða blanding av poppsangum, barnasangum og vísu- og fólkatónleiki, bæði føroyskum og útlendskum.




