Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-Skála 0-0 (0-0) [3-1 eftir brotssp.]: Jákup tryggjaði KÍ enn einaferð ein javnleik

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í einum lítið áhugaverdum norðoyastevnudysti spældu KÍ og Skála ein málleysan javnleik, har Jákup Mikkelsen enn einaferð vísti sítt virði fyri KÍ og helt málið reint við góðum bjargingum.

Jákup hevur fyrr í ár víst seg at vera munurin á tapi og javnleiki ella sigri til KÍ, har hann við tryggleika og avgerandi bjargingum hevur hildið liðnum inni í dystinum.

Hesaferð, ímóti Skála, var munurin ikki so stórur á liðunum, og við eitt sindur av hepni høvdu bæði liðini kunna avgjørt dystin til egnan fyrimun.

Serliga tann eini málmøguleikin hjá Skála var so stórur, at teir tað sama kundu havt lagt seg á odda. Hetta var í 71. minutti, tá ið Skála vann bóltin á miðvøllinum og ein leikari fekk ein rennibólt ímóti Jákupi, skeyt eitt hart skot úti við stongina til vinstru fyri Jákup, men landsliðsmálmaðurin tveitti seg og bjargaði meistarliga út til hornaspark.

Sum nevnt, hevði KÍ eisini málmøguleikar, sum tað sama kundu givið ein 1-0 sigur. Her mundi kjansurin, sum Heðin fekk í ca. 74. minutti var ein tann størsti hjá KÍ, tá ið hann eftir nærdyst við verjuleikara fekk bart seg til skotstøðu, men Skála-málverjin bjargaði eisini meistarliga út til horna.

– – –

KÍ-liðið
var soleiðis mannað frá byrjan:
Jákup í málinum, Ovi og Milic í miðverjuni, Sigmund á vinstra bakki og Harley á høgra bakki.
Eli og Jan Andreasen mitt á miðjuni, Heðin í vinstru og John Hammer í høgru.
Frammi í álopinum vóru Rodrigo og síðan Kristoffur, sum hesaferð var fremstur.

– – –

Fyrstu tjúgu minuttirnar hevði Skála samanumtikið meira trýst á KÍ-málið, men Heðin var tó tann leikarin, sum hevði størsta málmøguleikan.

Í 26. minutti vann Skála eitt fríspark langt frammi í høgru, sum varð sent innfyri, har Heðin við fremru stong tveitti seg og skallaði útfrá aftur. Eftirfylgjandi kom eitt innlegg úr vinstru, sum varð skallað við síðuna av.

Dómarin, Lars Múller, er góður, men er eyðkendur av, at loyva nokkso nógvum, og soleiðis var eisini hendan dystin, har hann til tíðir kanska kundu dømt heldur meira, men til fyrimunar er tað, at spælið ofta glíður betur við slíkum dómarum.

Í 39. minutti fekk Obi gula kortið fyri at hava spælt hart ímóti Milic.

Samanumtikið var spælið í fyrra hálvleiki heldur javnt, men KÍ kom tó meira fyri seg, uttan tó at koma til teir nógvu málmøguleikarnar.

Yvirhøvur tóktust onkrir KÍ-leikarar ikki at vera nóg uppsettir við tí úrsliti, at teir í avgerandi støðum ikki gjørdu tað rætta. Eitt nú hevði Eli einar tvær ferðir møguleikan at spæla fram til Kristoffur uttan at gera tað, og somuleiðis hevði Kristoffur í umleið 40. minutti møguleikan at spæla fram til Heðin, men valdi at lata vera.

Í 44. minutti hevði Skála eina av teimum fáu beinleiðis málroyndunum í fyrra hálvleiki tá ið skotið varð frá brotsteigarmarkinum, men við síðuna av málinum.

Yvirhøvur ein rættiliga tamur fyrri hálvleikur, har KÍ ikki hevði meira trýst enn í dystunum frammanundan, hóast teir hesaferð høvdu bæði Kristoffur og Rodrigo frammi í álopinum.

Í yvirtíðini hevði KÍ eitt rættiliga vandamikið álop eftir fríspark einar 35 metrar frá málinum, men tað endaði ongantíð við nakrari skotroynd á mál.

Sostatt var 0-0 í hálvleikinum.

– – –

KÍ byrjaði væl betur enn Skála upp á 2. hálvleik.

Fyrsti stóri málmøguleikin kom longu í 48. minutti, táið Heðin spældi fram til Kristoffur, men málmaðurin var vakin og loftaði lobbinum frá Kristoffuri.

Skála svaraði beinanvegin aftur og høvdu tvær skotroyndir teir næstu minuttirnar, men Jákup bjargaði tí fyrra, og tað seinna fór við síðuna av mál.

Nú var tað tað Skála, sum var meira atsøkið. Í 50. minutti fintaði Obi seg ígjøgnum í høgru álopssíðu, men Ovi ruddaði innleggið upp.

Nú bylgjaði spælið úr enda í annan, og tað var ikki til at siga, hvat liðið fór at fáa hol á.

Hetta meir opna spælið var væl meira undirhaldandi at hyggja at enn nógvu nærdystirnir, sum eyðkendu fyrra hálvleik.

Í 57. minutti hevði KÍ eitt gott skjótálop í høgru síðu, sum Jan Andreasen byrjaði og síðan John Hammer, sum sendi Rodrigo avstað, men skotið varð blokerað.

í 60. minutti hevði Skála tvær royndir, har tann seinna var eitt gott skot úr stuttari fjarstøðu, sum kravdi eina meistarliga bjarging frá Jákupi.

Skála trýsti nú heldur meira enn KÍ eina løtu, sum tó alla tíðina lá framvið at fara skjótálop. Samanumtikið lá tó ikki serliga væl fyri hjá leikarunum at finna hvønn annan.

Í 64. minutti vann Heðin eitt hornaspark í høgru síðu, og aftur í 66. minutti vann Rodrigo eitt fríspark í somu síðu, sum gav enn eitt hornaspark, men einki kom burturúr.

Í 71. minutti átti Skála at havt lagt seg framum, tá ið 3-4 Skála-leikarar yvirmannaðu einsamalla Eli mitt á miðjuni og vunnu bóltin frá honum, men Jákup gjørdi eina fantastiska bjarging út til horna.

Í 73. minutti gjørdi KÍ eina broyting í liðuppstillingini. Ovi fór fram í álopið, Jan trekti aftur í miðverjuna, og Kristoffur fór aftur á miðvøllin.

Hetta gav beinanvegin bonus á tann hátt, at KÌ fekk tveir málmøguleikar. Fyrst varð Heðin leysur tætt inni við málið, men málmaðurin bjargaði út til horna, og síðan var aftur nær við eftir hornasparkið.
Her var Heðin ónøgdur við dómaraavgerðina, tí hann meinti, at hann átti at fingið brotsspark, beint áðrenn hann skeyt, tí Skála-leikari hálaði í hann, men dómarin gav ístaðin Heðini gula kortið fyri at mótmæla og skelda dómaran.

Í 75. minutti kom Álvur Christiansen inn fyri Eli Simonsen.

Samanumtikið vóru Skála-leikararnir nakað grammari enn KÍ hesa løtuna, meðan álopsroyndirnar hjá KÍ vóru heldur hálvforkølaðar.

Í 82. minutti gjørdi Skála tríggjar útskiftingar, har m.a. venjarin sjálvur, John Petersen, kom inn á vøllin fyri Obi í álopið.

Nú bylgjaði spælið aftur úr enda í annan, har Skála trýsti heldur meira enn KÍ.

Í 86. minutti vann Skála eitt hornaspark, sum eftir nakað av spæli endaði við innleggi og skallara, sum fór akkurár upp um málið hjá Jákupi.

KÍ hevði hesa løtuna ilt við at halda upp á bóltin, meðan Skála var bólttryggari.

Í 91. minutti varð Jógvan Isaksen skiftur inn fyri Álvur, sum hevði fingið ein snudd í høvdið, beint eftir at Heðin á Lakjuni hevði havt eina skotroynd úr stuttari fjarstøðu, sum ikki rakti mál.

Stutt eftir hevði Skála eina skotroynd uppum, men hetta var og bleiv ein hálvforkølaður dystur uttan tann vilja og neistan, sum er so neyðugur, um ein dystur skal gerast undirhaldandi.

Samanumtikið vildu liðini meira halda upp á javnleikin enn vinna dystin, og tað sást eisini aftur í spælinum.

– – –

Talan var um ein steypadyst, Norðoyastevnudyst, og tí varð farið beinleiðis til brotssparkskapping:

Fyrsta skotið átti Skála.

Pauli G. Hansen skeyt á stongina og út, 0-0.

Heðin á Lakjuni skeyt í mál, 1-0 til KÍ

Pætur Dam Jacobsen skeyt langt uppum, framvegis 1-0.

Ovi Nysted skeyt í mál, 2-0 til KÍ.

Obi skeyt í mál, 2-1.

Rodrigo skeyt í mál, 3-1.

Síðan bjargaði Jákup Mikkelsen skotinum frá Erlandi B. Danielsen, og sostatt hevði KÍ vunnið steypið, sum KÍ-formaðurin og Skálamaðurin, Tummas J. Lervig handaði teimum.