Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, steypakappingin kvinnur: KÍ steypavinnari

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við einum 1-0 sigri á B36 í steypafinaluni gjørdust KÍ-kvinnurnar steypavinnarar 2008, KÍ fær sostatt tað fyrsta navnið graverað í nýggja steypið.

Við einum skallara seint í dystinum gjørdi Malena Josephsen tað einasta málið í dystinum, har KÍ samanumtikið var við yvirlutan leikliga og í málmøguleikum.

Liðini byrjaðu annars nokkso varliga í dystinum, áðrenn B36 hevði eina góða løtu í dystinum.

Men so fingu KÍ-kvinnurnar yvirtakið, og hóast B36 var væl við so at siga allan dystin, so var tað KÍ, sum trýsti meira, og hetta trýstið gav úrslit nokkso seint í 2. hálvleiki.

Eitt hornaspark varð sent innfyri B36 málið, har Malena setti pannuna á bóltin, sum fór í málið, og so var KÍ á odda.

Hóast frammanfyri, so vóru tað framvegis KÍ-kvinnur, sum trýstu meira restina av dystinum.

TILLUKKU KÍ!!!