Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann alt hjá kvinnunum

John William Joensen

KÍ vann allar steypakappingarnar fyri gentur og kvinnur, og tað staðfestir enn einaferð, at kvinnufótbólturin í Klaksvík stendur sterkur

Tríggjar steypakappingar eru fyri gentur og kvinnur í fótbólti. Í ár hevði KÍ spælt seg í allar tríggjar finalurnar, og leygardagin gjørdist tað eisini greitt, at KÍ hevði vunnið allar.

Farna vikuskiftið vóru finalurnar hjá teimum yngru. Smágenturnar hjá KÍ spældu ímóti HB, og hóast spælt varð í Havn, so vann KÍ tryggan sigur. Í hálvleikinum var KÍ á odda 4-1, og dysturin endaði við 4-2 sigri til KÍ. Gentur 14-17 hjá KÍ spældu ímóti felagsliðnum NSÍ/B68, og her vann KÍ lemjandi stórsigur, heili 8-0.

Leygardagin spældu KÍ-kvinnurnar ímóti B36, og eisini her eydnaðist at vinna. Einasta málið í dystinum skoraði KÍ.

KÍ liggur eisini klárt á odda í kvinnudeildini, og samstundis bendir nógv á, at KÍ hevur næsta ættarliðið av kvinnuspælarum klárt.