segði ein rørdur Gunnar Nolsø, á móttøku í Norðoya Sparikassa nú hann burtur av ferð at starvast í Kringvarpinum
Gunnar hevur annars verið í farloyvið til 1. apríl í ár og hesa tíðina hevur hann starvast í Kringvarpinum.
Góð 20 góð ár
Tað var ein rørdur Gunnar Nolsø, sum takkaði fyri góð 20 góð ár í Norðoya Sparikassa har fyrrverandi starvsfelagar og vinfólk vóru komin saman til móttøku.
– Eg havi kent tað, sum at verða partur av eini familju hesi 20 árini eg havið arbeitt í sparikassanum, segði Gunnar m.a.
Stjórin, Eyðfinn Reyðberg, segði í røðu síni at Gunnar hevur verið ein týðandi partur av menningini av ungdómskonseptinum hjá Norðoya Sparikassa.
– Gunnar er pápi Silva og onkur pástendur at eg eri abbi Silva – tók stjórin skemtandi til í røðu síni.




