Neyðugt er at tora at tosað um um møguleikar og avleiðingar , – eisini av einari FAS líknandi skipan til botnfiskaflotan á heimaleiðum .
Skilji at sitandi samgonga er farin í baklás tá talan er um loysnir fyri heimaflotan/fiskiflotan og sær ikki út til at hava nakrar loysnir fyri framman uttan at latað fallittini komað og síðan byrja av nýggjum.
Well, tað er so eisini ein møguleiki, sum ongin enn kennur konsekvensin av.
Ein skal tó ikki ivast í, at fallitini ikki einans komað hjá reiðarum og bátaeigarum, men eisini kring um landið hjá privatum og vinnuvirkjum.
Ein skal heldur ikki ivast í at hendan loysnini kemur at føra til minni inntøkur til landskassan.
FAS skipanin nú tillagað so hon vendir rættari.
Vit hava í nógv ár arbeitt við einari loysn fyri at fáa bæði føroysk og útlendsk handils- og ferðamannaskip at skrásetað seg her, hetta fyri at skapað nýggjar vinnur og møguleikar.
Tað hevur verið neyðugt at tillagað verandi FAS skipan, so hendan okkara skipan er kappingarfør við arðar líknandi skipanir í grannalondum okkara.
Nú er so hendan tillaging av FAS skipanini framd áðrenn tingið fór í summarfríð og er at vóna at hon fer at verða til gagns fyri land og virkir.
Marknaðarføring er neyðugt av skipanini fyri at fáa optimalt burturúr henni.
Kostar FAS skipanin onki ?
Ein kann so spyrja kostar hon onki fyri Føroyar í skattainntøkum ?? Jú víst ger hon tað , men man væntar at inntøkurnar í form av nýtslu og spinn-off vinnum fara at bera í sær at inntøkurnar uppá sikt verða størri enn útreiðslurnar.
Hendan skipan er beinleiðis subsidiering til reiðaríini – á sama hátt sum arðar líknandi skipanir kring okkum,- altso ein afturbering av skattinum til reiðaríini.
Skipaninar í grannalondunum kostað peningin fyri hesi samfeløg, men so sanniliga geva tær eisini hinum endanum m.a. ,vitan og arbeiðspláss á landið sum gjaldað vanligan skatt., nettolønir hjá sjómonnum fremja nýtsluna, og seinast nýggjar tænastuvinnur føðast burtur úr sjóvinnuni.
Eg vil fegin hava antin Løgmann, Landsstýrismannin í Vinnumálum ella Landsstýrismannin í fiskivinnumálum at svara mær hesum spurningum
1. Hvat er veruliga munurin , við at seta eina FAS líknandi skipan í gongd fyri botnfiskaflotan á heimaleiðum í mun til handilsflotan ??
2. Hví er annar stuðulin( tann til handilsflotan ) í lagi og blástemplaður og ikki tann sum tosað verður um møguliga at veita til (Fiskiflotan á heimaleiðum) eitt banniorð og púra out of question ?
3. Vit veita í millónavís av stuðuli til jarðarbrúk og bøndir um árið – hví gera vit tað tá hetta er kappingaravlagandi – vit tosað væl um marknarbúskap ella hvat ?
4. Hvat við MVG´num hjá MBM – er ikki ein serskipan har eisini ?
5. Er stuðul ikki stuðul og tískil eitt banniorð galdandi fyri allar vinnugreinar?
6. Tá Landsstýrismaðurin tosar um at latað marknaðarkreftirnar ráða, hví so krevja 75% landingarkrav til heima -botnfiskaflotan meðan ongin avmarking í sølu uttanlands er hjá pelagiska , – verksmiðju – og rækjuflotanum ?
7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at fáa tey veiði og fiskiloyvir út úr skipanini tá skipini fara á heysin ??
Hetta fæst ikki um tey fara yvir tvingsilssølu har peningastovnar ella arðir keypa, – so komað hesi loyvir aftur út í skipanini við fullari styrki – tvs. veiðutrýsti er tað sama.
Ætlar landstýrismaðurin ,at seta eina kondemneringsskipan í verk aftur ??
FAS hugsanin er kanska ikki heilt burturvið
Kanska er tankin um FAS skipan fyri botnfiska heimaflotan ikki so heilt við síðuna av, hetta um vit avtakað skattalættan fyri sjómenn og seta eina FAS skipan í gildið ístaðin.
Ein slík skipan vildi tilsamans kostað umleið 150 mill um árið , í mun til verandi skattalættað uppá 70-75 mill , – og ein kann so spyrja – vildi hendan útreiðsla ikki komið innaftur umvegis økta keypiorku í form av mvg og avgjøldum ?? – á sama hátt sum hon kemur tað hjá sjómonnum í frálandavinnuni og handilsflotavinnuni ??
Vt mugu torað at venda møguleikunum, – vit mugu torað at tosað um og eisini konsekvensberoknað ,bæði hvat tað at veita partvísan stuðul umvegis FAS skipan inniber , og avleiðingarnar av at latað flotan fara fyri bakkað.
Hvussu vil hetta ávirkað fiskavirkingina á landið og samfelagið sum heild?
At tað í nærmastu tíð fara nøkur skip av knóranum ivist eg ikki í .
Eg eri eisini samdur í at ein strukturell tillaging er neyðug og nýhugsan somuleiðis, men hetta má alt gerast við skilið, so vit ikki sleppa øllum uppá fjall og stór virðir harvið fara fyri bakkað.
At halda fyri eygu og oyru ,blundað og koyra áhead førir ikki á mál, – men einans til at vit krasja, ella koyra útav eggini.
Vit mugu hava dirvi at hyggja avbjóðingarnar í eyguni og loysað tær á skilabesta hátt fyri land og fólk okkara.
Johan Dahl, løgtingsmaður




