Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rannvá Lützen og Jógvan Ósa í Víkafé

(Erik Biskopstø)

Leygarkvøldið vera Jógvan Ósa og Rannvá Lützen at hoyra live í Víkaféini.

Teimum ungu dáma sera væl tónleikin hjá Jógvani og Rannvá. Tónleikurin, ið tey bæði spæla og syngja, er sera fjølbroyttur og lættur. Eisini er Rannvá við síni serstøku rødd framúrskarandi, og er hetta nakað ferðafólk serliga leggja merki til.

Síðani Víkaféin lat upp, hava fitt av fólki vitjað Kaféina. Serliga eru tað tey ungu, sum hava tikið væl ímóti kaféini. Susan og June vildu yngst, at tey tilkomnu eisini komu meira á gátt. Annars so eru eisini nógv avbygda- og ferðafólk, ið vitja.

Leygarkvøld, tá livandi tónleikur er, er sum oftast fult hús. Eisini hevur Víkaféin Karaoke hóskvøld og fríggjakvøld.

Gerandisdagar ber til at keypa døgurða í Víkaféini, og um undirtøkan er góð fyri tí, so er ætlanin at halda fram við tí.