Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjómannadagurin 2008

Oliver Joensen

Sigast má, at Føroya Sjómannadagur, sum á fyrsta sinni bleiv fyriskipaður í Klaksvík í 2005, hevur fingið góða undirtøku ímillum fólk.

Ikki minst hevur vinnan og kommuna stuðla tiltakinum dyggiliga, og hóast myrk skýggj hanga yvir stórum pørtum av fiskivinnuni í løtuni, so skulu vit ikki falla í fátt, og tað ætla fyriskipararnir av sjómannadegnum heldur ikki.

Í komandi døgum verður rættulig ferð sett á fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag 2008. Sum skilst, so verður tiltakið sera væl útbygt í ár, tí ætlanin er at Sjómannadagurin skal fella saman við 100 ára hátíðarhaldinum hjá Klaksvíkar Kommunu.

Dagarnir frá tí Summarfestivalurin byrjar og til Sjómannadagurin er av, vera tí ein samanhangandi festtíð.
So skjótt farið var undir Sjómannadagin 2005, var samband fingið við Ísland og Noregi um eina heimsmeistarakapping í egning. Í 2005 bleiv hendan fyriskipa í Føroyum við luttøku úr Norðurnoregi og Vestmannaoyggjunum tá vunnu føroyingar. Árið eftir skipaðu Vestmannaoyingar fyri heimsmeistarakappingini og tá vunnu føroyingar aftur, men í 2007 bleiv kappingin fyriskipað av normonnum og hesaferð vóru vit koppaðir av trónuni og normenn stungu av við heiðrinum.

Í ár verður so aftur skipað fyri heimsmeistarakapping í egning í Klaksvík, og hetta ætla fyrireikararnir at gera nógv burturúr.

Øll árini har Sjómannadagurin hevur verið fyriskipaður, hevur Norðlýsið luttikið aktivt í fyrireikingunum, og árið í ár verður einki undantak í so máta. Vit fara við lív og sál inn í tiltakið og ongin skal vera í iva um, at vit halda at hetta er eitt tiltak sum er komið fyri at vera. Tosað hevur onkuntíð verið um tað rætta í, at øll tiltøk á Sjómannadegnum eru ókeypis, og onkuntíð hevur kanskað verið ró framundir at taka atgongugjald. Men enn verður hildið at rættast er at alt er ókeypis, tí Sjómannadagurin skal vera eitt heilt annarleiðis konsept enn festivalar og summarstevnur, og halda vit at tað at tiltøkini eru ókeypis, samstundis hevur við sær at tað sum fyriferðst á Sjómannadegnum brýtur frá øllum øðrum

Við tí treysti, at undirtøkan fyri sjómannadegnum verður eins góð og árini frammanundan, verður nú farið undir fyrireikingarnar til Sjómannadagin 2008, íð verður fyriskipaður í viku 33.