Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskidaganevndin mælir til sama fiskidagatal

John William Joensen

Fiskidaganevndin hevur handað landsstýrismanninum í fiskivinnmálum, tilmælið og hevur nevndin bítt seg í tríggjar partar – ein meiriluta og tveir minnilutar

Tíðindaskriv:

Formaðurin í fiskidaganevndini, Óli Samró, handaði landsstýrismanninum, Tórbjørn Jacobsen, tilmælið fríggjadagin 20. juni 2008.

Formaðurin í fiskidaganevndini, Óli Samró, handaði landsstýrismanninum, Tórbjørn Jacobsen, tilmælið fríggjadagin 20. juni 2008.

Í spurninginum um talið av fiskidøgum fyri 2008/2009 hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin í nevndini mælir til, at sama fiskidagatal, sum fyri 2007/2008, verður ásett fyri allar bólkar komandi fiskiár.

Ein minniluti metir, at fiskidagatalið fyri bólk 2 eigur at verða lækkað við 10 %-um.

Annar minniluti metir, at dagatalið fyri bólk 3, 4AB og 5 eigur at lækkast við 20-25 %-um.