sigur Føroya Løgmaður og at hetta fer bert at halda lív í eini ólønandi vinnu og forða neyðugu broytingum.
Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi evni fyri:
Støðan í fiskivinnuni
Landsstýrið hevði fríggjadagin fund við umboð fyri vinnuna, fakfeløg, vísindaumhvørvið og búskaparráðið. Á skránni vóru framløgur og orðaskifti um støðuna í fiskivinnuni. Endamálið var at greina trupulleikarnar í fiskivinnuni og at koma fram til, hvussu kreppan skal handfarast.
Jóannes Eidesgaard løgmaður sigur: “Tað er umráðandi, at vit gera eina heildarætlan fyri, hvussu kreppan í fiskivinnuni skal handfarast. Vit mugu endurskoða fiskivinnupolitikkin frá grundini og skapa karmarnar fyri eina umhvørvisliga og búskaparliga burðardygga vinnu. Almennur studningur fer bert at halda lív í einari ólønandi vinnu og forða fyri teimum neyðugu broytingum.
Men landsstýrið fer at kanna, hvørjar lógarfestar forðingar kunnu takast burtur, fyri at vinnan kann fáa betri karmar.
Vit mugu somuleiðis laga almennu íløgurnar kring landið eftir bráðfeingis støðuni og saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at skipa eftirútbúgving og førleikamenning fyri fólk í vinnuni og endurskoða ALS-skipanina.”
Upprit og uppskot til kunngerð um flokking og merking av filmum og telduspølum.
Sambært nýggju kunngerðini verða ávísar viðurkendar flokkingarskipanir góðkendar. Bert um filmar ella telduspøl ikki eru flokkað ella merkt, skal Miðlaráðið sjálvt áseta flokking ella merking.
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um setan og uppsøgn av tænastumonnum í Nærverkinum
Stjórin í Nærverkinum fær tillutað setanarmyndugleika, tá ið talan er um tænastumenn innan Nærverkið – undantikið sjálva leiðsluna, t.e. deildarleiðarar fyri Trivnaðartænastuna, Heimatænastuna, Stuðulstænastuna og Barnatænastuna.
(Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum)
Uppskot til kunngerð um altjóða menningarsamstarv
Nýggj kunngerð um menningarsamstarv verður sett í gildi. Kunngerðin útgreinar, at stuðul, sum verður latin til menningarsamstarv, kann verða útgoldin í fleiri gjøldum. Hetta gevur umsitingini betri møguleikar at hava eftirlit við teim verkætlanum, sum ráðið játtar einstøku árini.
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)




