Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslubroytingar á Eystanstevnu

(Hannefía Joensen)

Frá mikudegnum 25. juni á middegi til fríggjadagin 29. juni á middegi verður einvegis ferðsla á Stevnuøkinum. Frá fríggjadegnum kl 13.00 til mánadagin kl 13.00 verður Heiðavegurin stongdur frá Føroya Tele og suður til handilin hjá Dianu. Frá mánadegnum á middegi til kl 20:00 er einvegis koyring norðeftir á Heiðavegi. Í hesum sambandi verður ferðslan beind eftir vegnum á kaiøkinum. Tó ber til at koyra til handlar, sum liggja millum Føroya Banka og Brotið.