Hetta er enn eitt átak frá samgonguni at tøma lummarnar hjá føroyingum
Samgongan hevur hækkað skattin og tømt landskassan. Nú standa sjómenninir fyri tørni. Sjómenninir eru nú so fáir í tali, at tað kostar so lítið politiskt at fara í lummarnar hjá teimum eftir pengum.
Fólkaflokkurin er ímóti at hækka skattin. Nógv hava longu nú trupult við at fáa endarnar at røkka saman, og fer ætlanin hjá samgonguni at hækka skattin, bert at gera støðuna enn verri.
Jacob Vestergaard, framsøgumaður í fiskivinnumálum




