Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Roykstovan roykfrí

John William Joensen

Erik Biskopstø, fólkaskúlalærari, fegnast um at ungdómurin nú fær møguleikan til at vaksa upp í roykfríum umhvørvi.

Erik Biskopstø, fólkaskúlalærari, hevur í mong ár arbeitt til frama fyri roykfríum umhvørvi, og hann fegnast stórliga um nýggju roykilógina.

– Í samband við at nýggja roykilógin er farin at virka, havi eg til stuttleika bjóða vinfólkum og øðrum, sum hava arbeitt fyri at fáa ein roykfrían ungdóm, til ein roykfrían umgang í Roykstovuni úti í Víkunum – hetta fyri at markera dagin.

– Roykstovan er kanska ein ímynd av royk-umhvørvi í Klaksvík, men eigarin fegnast saman við okkum, at hann nú fær ein roykfrían arbeiðsdag. Sigurdur, sum roykti tveir til tríggjar pakkar um dagin,  fekk jú ein álvarsligan blóðtøpp í hjarta fyri tveimum árum síðani. Tað gjørdi, at hann ikki hevur kunnað verið í tubbaksroyki síðani. Men takkað verið nýggju lógini, so kann hann aftur serviserað kundunum við sínum tiltikna blíðskapi.

– Endamálið við hesum er ikki at klikkja niður á roykjarar, tí eg skilji sera væl at teir eru í einari truplari støðu, og eg kenni nógvar roykjarar, sum stríðast ein harðan dyst í móti tubbakinum. Men eg trúgvi, at júst henda nýggja lógin eisini fer at hjálpa roykjarum at leggja av. Tað er mangur, sum hevur roynt at lagt av, men sum er "dottin út í aftur", tá ið hann skuldi drekka eina øl á einum skeinkistaði. Eg veit um  nógvar roykjarar, sum gleðast um hesa nýggju lógina. Tí flest fólk roykja ikki inni heima við hús longur.

– Nýggja roykilógin er eitt fantastiskt amboð fyri at geva ungdóminum møguleika fyri at vaksa upp í einum roykfríum umhvørvi, og tí fegnist eg stórliga um dagin, sum við eitt eisini ger Føroyar meira kompatibult við umheimim, sigur Erik Biskopstø í stuttari viðmerking.

—-

Fyri trimum árum síðan setti KÍ roykiforboð í gildi við vøllin á Djúpumýru og hetta hava áskoðarar tikið væl undir við.
Nú er roykiforboð til øll almenn støð í Føroyum og hetta roykiforboði geldir eisini fótbóltsvallirnar. -Blm.

Harleywoodpaint