Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Nolsøe og Finnur Jensen í Fortuna

(Erik Biskopstø)

Tveir profilir innan føroyskan tónleik verða at hoyra LIVE í Klaksvík hetta vikuskiftið, -tó ikki samstundis.

Fríggjakvøldið fer Finnur Jensen, sum vit kenna frá m.a. Páll Finnur Páll og nú sum ein av vertinum í ÚF sendingini Radius at framføra livandi tónleik í Fortuna. Finnur fer á pallin, tá Pub-Quizin, sum byrjar kl. 22.00 er liðug.
Pub-Quizin, sum hevur verið væl vitjað, fer í summarfrí aftaná vikuskiftið og byrjað verður aftur seinni í august.

Leygarkvøldið verður tað Eyðun Nolsøe, sum kemur at geva áhoyrarnum tónleikaligar upplivingar í Fortuna. Tað er langt ímillum, at Eyðun Nolsøe framførir í Klaksvík, so vit fegnast um, at tað hevur eydnast okkum at fáa hann hendavegin. Eyðun hevur eitt ótal av framførðslum aftanfyri seg, bæði sum einstaklingur og saman við Frændum, Terja Rasmussen og Pætur við Keldu.